Talan var ikki um ólógligt virksemi hjá nøkrum monnum úr Póllandi, sum løgreglan tosaði við í Klaksvík í gjár, eftir at teir vóru komnir úr Kalsoynni.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at viðurskiftini hjá teimum vóru í lagi, og talan var ikki um ferðaleiðarar, men um nakrar vinmenn, sum vóru farnir ein túr. Teir vóru eini 7-8 mans.
Annars er ikki tað stóra at frætta úr samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni fyri seinasta samdøgrið. Okkurt smáttarí var. Ein maður var burturvístur í Havn, tí hann órógvaði. So var leysur seyður í Suðuroy og í Vágum. Grindaboð vóru úr Nólsoy, men talan var um springarar, og streymurin var ikki til vildar, so meira var ikki gjørt við tað.
Í Norðoyatunlinum misti ein bilur eitt hjól. Tað hendi annars ikki størri skaði. Kanska var tað ikki eftirspent. Hjólið var sett undir bilin aftur, so hann kundi koyra víðari.
Í Havn hoyrdist útrykningur av sløkkiliðsbilum í gjárkvøldið. Tað var brandávaringin í Skúlanum við Løgmannabreyt, sum var farin í gongd. Men talan var tíbetur ikki um eld, men um ein tekniskan feil.










