Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at landið nú hevur stóran tørv á loftverjurakettum.
Hesar rakettir verða brúktar til at skjóta niður russiskar dronur og rakettir, sum Russland sendir eftir Ukraina.
Hetta skrivar ukrainski forsetin í einum brævi til amerikanska forsetan og kongressina.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at Ukraina hevur fyri neyðini amerikanskar loftverjuskipanir.
- Tað er serliga ímóti ballistisku rakettunum úr Russlandi, at tørvur er á amerikansku skipanini, verður lagt aftrat.










