Nú skulu bygnaðarbroytingar gerast í Eiðis kommunu.
- Broytingarnar hava við sær, at ein húsavørður nú verður knýttur at økinum undir Kolshjøllum, skúlanum, frítíðarskúlanum og høllini, og ein annar húsavørður knýttur at økinum í Hólmanum og havnalagnum, Korndalsgarði, fótbóltsvøllinum, Hólmahúsinum, Korndalsbýlinum og havnalagnum.
Í Eiðis kommunu vita tey í dag at siga, at Nikkel Nielsen, sum hevur verið í starvnium sum húsavørður í Eiðis skúla, ítróttarhøllini og Korndalsbýlinum, nú kemur at røkja økið undir Kolshjøllum. Oddur Ejdesgaard, sum hevur verið húsavørður, havnafúti og arbeiðsformaður, verður framyvir húsavørður í økinum í Hólmanum og havnafúti.
- Tað merkir, siga tey í Eiðis kommunu, at nýggjur arbeiðsformaður skal setast. Ætlanin er eisini at seta ein persón aftrat í toymið av arbeiðsmonnum hjá kommununi. Viðkomandi kemur eftir ætlan í starv, eftir at nýggjur arbeiðsformaður er settur.
Í Eiðis kommunu siga tey, at endamálið við bygnaðarbroytingini er at fáa bygningarnar í kommununi í tryggari karmar. Tá staðbundnir húsavørðar verða knýttir at bygningunum hjá kommununi, skuldi hetta eisini sæst aftur í tí dagliga.
- Endamálið er eisini at minka um arbeiðsbyrðuna hjá arbeiðsformanninum, so hesin kann hugsavna seg um tær arbeiðsuppgávur, sum viðkomandi er settur til. Bygnaðarbroytingin kemur í gildi, tá nýggjur arbeiðsformaður er settur, verður lagt aftrat í Eiðis kommunu í dag.










