Tingmaður rør upp­und­ir at fipur­legg­ing­in hjá NET er steðgað upp

Og tað skal vera tí, at NET ikki fær neyðugan kapital gjøgnum móðurfelagið at halda fram við fipurleggingini


Tað er Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum førir hetta fram í einum grein 52a fyrispurningi, sum hann hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum ein fyrispurning um verkætlanina »Fipur til Heimið«.

Spurningar:

1. Er tað rætt, at Føroya Tele samtakið (og dóttirfelagið NET) er steðgað við at leggja fipurkaðalar út til telesamskifti?

2. Verður spurningurin svaraður játtandi, hvat er so orsøkin til tess?

3. Er tað rætt, at íbindingin til viðskiftafólk er langt aftanfyri í tíð og fólk í hundrað- ella túsundatali ikki fáa fipursamband, hóast fipurkaðalar eru lagdir inn hjá viðkomandi?

4. Hvør hevur ábyrgdina av tí vantandi samanknýtingini?

5. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar og hvussu nógvar innleggingar vanta

at gera?

6. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar, sum ikki eru íbundnar?

7. Nær er ætlanin at halda fram við at leggja fipur út til hvørt heim í Føroyum?

8. Hvussu nógv hevur fipurverkætlanin kostað higartil?

– Tað frættist, at fipurleggingin er steðgað upp, tí dótturfelagið NET ikki fær neyðugan kapital gjøgnum móðurfelagið at halda fram við fipurleggingini, sigur Bill Justinussen í viðmerking til fyrispurningin.

Hann vísir á, at grannalond okkara eru komin nógv longur enn vit við at leggja fipur út í hvønn krók.

##med2##

 

– Mong hava glett seg til at fáa fipur, sum gevur brúkarunum betri, tryggari og skjótari net. Nógv hava fingið hetta netsambandið, meðan enn fleiri ikki hava fingið tað. Hetta setir kundarnar hjá telefyritøkunum í ymiska støðu, har nøkur hava fingið størri fyrimunir enn onnur, hóast øll eru kundar, og hóast landið eigur sín stóra part av fyritøkuni, sigur løgtingsmaðurin.

– Flestu føroyingar hava áhuga í at hava somu góðu atgongd til fipursamband. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur nú tvær vikur at svara spurninginum.

 

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett fram fyrispurningin