Vinnur Arsenal Champions League finaluna móti Paris Saint Germain í Budapest í ovurmorgin, so hava ensk lið vunnið allar tríggjar evropeisku kappingarnar.
Crystal Palace skrivaði í kvøld glæsuliga søgu við at vinna fyrstu evropeisku kappingina nakrantíð.
Í Conference League finaluni á Red Bull Arena í Leipzig í Týsklandi vann Crystal Palace 1-0 á spanska liðnum, Rayo Vallecano, ið eisini hevði møguleikan at vinna sína fyrsta evropeisku kapping nakrantíð.
Jean-Philippe Mateta gjørdist sigursmálskjútti hjá Crystal Palace, tá seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Adam Wharton sendi eitt skot móti málinum, ið málverjin hjá Rayo, Augusto Batalla ikki megnaði at halda, og so sendi Jean-Philippe Mateta bóltin í netið.
Hetta hevur verið ein góð vika hjá Jean-Philippe Mateta, ið eisini er tikin út til HM-hópin hjá Fraklandi.
Farna mikukvøld vann Aston Villa finaluna í Europa League við 3-0 sigri á Freiburg.
Megnar Arsenal at vinna finaluna í Champions League verður talan um fyrstu ferð í søgu felagsins, at liðið úr London vinnur Champions League.











