Heimasíðan hjá Neistanum skrivar, at Erla Eliasen fer aftur at spæla við Neistanum. Fyrrverandi føroyski landsliðsmálverjin hevur spælt við danska Ålborg DH seinastu árini. Hon flytir nú aftur til Føroya, og hon er longu knýtt at hópinum hjá føroyameistarunum.
Fríða Petersen hevur eisini boðað frá, at hon heldur fram í felagnum. Hon vardi málið síðsta kappingarár.
Ruth Heen, sum eisini var málverji síðsta kappingarár, fer av landinum.