Eliesar flytur til Runavíkar

Rúni Rasmussen og Eliesar Olsen skulu taka sær av næstbesta liðnum og U-21 liðnum hjá NSÍ

Síðsta kappingarár endaði næstbesta liðið hjá NSÍ á bronsuplássinum í næstbestu deildini.

Tá var Rúni Rasmussen ein av trimum venjarum. Hinir vóru Poul Helgi Jacobsen og Trygvi Mortensen.

Teir høvdu eisini ábyrgdina av U-21 liðnum, sum vann FM, og sum var mannað við mest sum somu spælarum sum liðið í 1. deild.

Í dag boðar NSÍ frá, at Rúni Rasmussen fer at halda fram at venja liðið í 1. deild og liðið í U-21 deildini. Umframt Rúna Rasmussen verður Eliesar Olsen venjari hjá hesum báðum liðunum.

Eliesar Olsen er nýggjur í NSÍ. Hann er 30 ára gamal og hevur nógvar royndir í venjarayrkinum. Sambært faroesoccer.com var hann frá 2010 og fram til 2014 venjari í barndómsfelagnum á Skála. Hann var venjari í 2. deild, 1. deild og endaði í bestu deildini.

Síðani hevur hann fyri tað mesta verið venjari í EB/Streymi, har hann í fjør var venjari hjá liðnum í 1. deild og U-21 liðnum. Nú verður hann saman við Rúna Rasmussen venjari við Løkin í Runavík, har teir fáa ábyrgdina av liðnum í 1. deild og U-21 liðnum.

 

Í bestu deildini er Glen Ståhl venjari hjá NSÍ, og Jens Martin Knudsen er hjálparvenjari.