Elin Ludvig nýggjur stjóri á Dugna

Stýrið fyri Dugna hevur sett nýggjan stjóra.

Tað er Elin Ludvig, ið hevur drúgvar royndir innan arbeiðsmarknaðarøkið í Føroyum sum er sett sum nýggjur stjóri á Dugna.

Elin hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár, so hon kennir væl føroyska arbeiðsmarknaðarøkið, og til borgarar við ymsum skerjingum í arbeiðsførðinum, og hvussu teir kunnu hjálpast á leið fyri at fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin aftur. 

Harafrat hevur Elin nógv ára royndir sum sosialráðgevi innan barnaverndartænastu og asyløkið í Danmark. Umframt útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði, hevur Elin eisini útbúgving innan diplom í leiðslu.

Áhugin fyri starvinum var stórur og vóru 28 umsøkjarir í alt.

Hon tekur við starvinum 1. august 2025.