Elinborg Samson 60 ár

Týsdagin 2. februar, á kyndilsmessu, verður Elinborg Samson í Klaksvík 60 ár. Hon hevur í mong ár havt frisørstovu í Gerðum í Klaksvík.

Elinborg er ættað úr Gerðum. Pápin var Jógvan Martin Joensen, bóndi í Niðristovu, og mamman var Anna, fødd Hansen og ættað úr Nornastovu í Mikladali. Anna og Jógvan Martin fingu trý børn, sum øll búgva í Klaksvík: Andras (1945), Elinborg (1950) og Hjørdis (1955). 


Beinanvegin eftir at Elinborg sum 15 ára gomul hevði biðið skúlanum farvæl, fór hon í læru, og síðani 1965 hevur frisørarbeiðið fylt nógv hjá henni og hennara. Elinborg lærdi hjá Bertu Larsen úti á Fornagørðum. Berta hevði fleiri lærlingar og fór seinni at arbeiða saman við dóttrina Sólrun. 


Tá ið lærutíðin var lokin, fór Elinborg sum 20 ára gomul undir egið virkið. Tað hevur hon við stórum ídni og nærlagni røkt inntil fyri fáum mánaðum síðani. Tað vil siga í næstan 40 ár. 


Tey fyrstu árini var salongin í kjallaranum hjá fastrini Ellu og Ámundi Poulsen í Gerðum. Í 1977 varð flutt oman um vegin í nýggja salong, og har hava Elinborg og starvslið hennara síðani hildið til. Hon hevur útbúgvið sjey lærlingar – úr Klaksvík og úr Eysturoy - og onkrir teirra hava í styttri og longri tíðarskeið, eftir at lærutíðin var lokin, arbeitt hjá Elinborg. 


Tað hevur verið og er nógv lív í frisørstovuni í Gerðum. Eyðkent hevur verið, at kundarnir kenna seg væl, og tænastustøðið er høgt.

Í november 2009 gavst Elinborg sum meistari. Hon leigar frisørstovuna út, men hon heldur fram at arbeiða sum sveinur. Annika Poulsen, sum var lærlingur, er nú meistari. 


Elinborg giftist í 1974 við Ólavi Samson, sum er ættaður av Stongunum. Elinborg og Ólavur eiga hugnaligt heim á Biskupsstøð, har tey búgva saman við synunum. Teir eru Jákup føddur í 1981, Jógvan føddur í 1983 og Ari føddur í 1989. Elinborg er omma at Tóka, sum Jógvan eigur saman við Vivian Bjartalíð. 


Í frítíðini hevur Elinborg dámað væl at fingist við handarbeiði, eitt nú tøving. Hon hevur sungið í kóri í Emmaus og Klaksvíkar Sangfelag. Fyri fýra árum síðani bygdu Elinborg og Ólavur sær summarhús í Mikladali, og har dámar teimum og synunum væl at vera. 


Føðingardagin verður morgunkaffi heima við hús. J