Elisabet Thomsen í Hornabø farin

   

Mánakvøldið 26. juli andaðist Elisabet Thomsen 93 ára gomul. Hon var fødd í Havn 30. august 1910, dóttir Jacob Joensen við Stein og Annu Margretu Matras úr Bug í Hvannasundi. Hon var nummar seks av átta systkjum og einasta systir. Brøður hennara vóru, Hans Sundstein, Dánjal Jákup Joensen, Karl Joensen, Niels í Buð, Albert Joensen, Jørgen Joensen (doyði 8 mánaðir gamal) og Eilef Joensen, ið enn er á lívi og býr í Herning.
Elisabet vaks upp í Havn, men hon var eisini nógv norðuri í Bug hjá mostur og mammubeiggja, ið bæði vóru ógift. Hon byrjaði at ganga í skúla har norðuri.
Sum ung arbeiddi hon eitt skifti í køkinum á Købmandshvile í Hørsholm. Elisabet giftist í 5. februar 1938 við Edvini Thomsen úr Nóls-oy, og tey fingu fimm børn: Kjeld f. 1938 (doyði í jan. í ár), giftur við Poulu Højgaard av Toftum, Jákup f. 1940, Tummas Pauli f. 1945, giftur við Odny Johansen av Eiði, Margreta f. 1947, gift við Mariusi Trondesen úr Skálavík (doyði av vanlukku), gift aftur við Ólavi Clementsen og Matilda f. 1952, gift við Tom Nielsen úr Odense.
Fyrstu árini búðu tey í Tórsgøtu, men bygdu í Hornabø beint eftir kríggið. Edvin sigldi sum skipari í yngri árum, men bygdi so uppí húsini og fór at handla í Hornabø í 1964, og har komu Elisabet og hann at arbeiða og búleikast restina av lívinum. Edvin doyði í 1984, og tá helt handilin uppat. Elisabet hevur havt góða heilsu og kláraði seg sjálva til ellisár. Men árini krevja sítt, og seinastu trý árini hevur hon búð á Lágargarði.
Elisabet var eitt sera vinsælt og fyrikomandi menniskja - tað bera øll henni, sum kendu hana, og tey eru mong.
Ommubørn hennara eru 9 og langommubørnini 7.