Hon er ættað úr Vinding í Danmark, dóttir Børge Kokholm úr Vinding og Else Marie Kragelund úr Tanderup Kjær.
Í 1968 tók Elise læraraprógv í Nørre Nissum. Hon var lærari í Spjold í eitt ár, í Vági í tvey ár, í Santa Jørgen Skole í Holstebro í tvey ár, og síðani 1973 hevur hon aftur verið lærari í Vági.
Elise møtti Óla Holm, tá eisini hann las til lærara í Nørre Nissum. Tey giftust og eru búsett í Vági.