Elkaðal úr Íslandi fortreyt fyri føroyskari oljuvinnu

Ein møgulig komandi føroysk oljuvinna fer at hækka CO2 útlátið so mikið nógv, at nærum bara ein elkaðal úr Íslandi kann minka so munandi um samlaða útlátið, at oljuframleiðsla ikki verður darvað av krøvunum til útlát sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður

-Treytin fyri at taka undir við Kyoto er, at vit í Føroyum spyrja, hvussu vit røkka málinum. Og tað hava vit ikki gjørt enn. Vit mugu fyrst hava eina ætlan, og hon er at finna í komandi orkupolitikkinum. Vit mugu hava hetta málið upp í eina hægri eind, har vit um somu tíð kunnu taka undir við Kyoto og við orkupolitikkinum sigur landsstýrismaðurin í orkumálum. Bjarni Djurholm fer í næstum at leggja fram til politiskt orðaskifti komandi orkupolitikkin. Og svarið er m.a. elkaðal úr Íslandi.

 

-Vit mugu vera so mikið visioner, at vit tora at fara undir eitt slíkt stig sum ein elkaðal úr Íslandi. Okkara svar uppá at kunna góðtaka Kyotosáttmálan skal vera at fylgja komandi orkupolitikkinum, sum fer at peika á ein elkaðal úr Íslandi sum besta loysnin hjá Føroyum at minka um sítt CO2 útlát og sum eisini er ein sera góð útmelding til altjóða samfelagið.

 

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum sigur við Sosialin, at hann bíðar eftir tilmæli frá Jarðfeingi og Orkustovninum í Reykjavík um at leggja ein elkaðal úr Íslandi til Føroya. Hetta kann gerast serstakliga týdningarmikið, tá tað kemur til eina møguliga framtíðar oljuvinnu. Gera vit einki og bara undirskriva Kyotosáttmálan, so er tað sera vandamikið fyri okkum sæð út frá einum oljuframleiðandi sjónarhorni, tí stendur bráddliga ein oljupallur eystan fyri Føroyar og ikki sleppur undir at framleiða vegna ov stórt CO2 útlát, so sigur tað seg sjálvt, at vit hava ein stóran trupulleika mótvegis altjóða samfelagnum. Men alt hetta kann broytast við einum elkaðali úr Ísland, sum kann minka um samlaða útlátið við ikki minni enn einum triðingi.

Kyotoprát farið av sporinum

Bjarni Djurholm heldur, at Kyotoprátið er farið av sporinum. Tað er ikki antin ella. Hann heldur tað finst ein millumleið, og hon er, hvat vit kunnu gera sjálvi, og tað hava vit als ikki umrøtt. Og her er tað at orkupolitikkurin kemur inn í myndina, nevniliga at fáa reina orku úr Íslandi til lønsaman prís, ið byggir á tilmæli frá fakkunnleikanum í Føroyum og Íslandi. Hesin mælir til at leggja ein elkaðal millum londini, har vit kunnu minka munandi um útlátið og tá eisini tryggja, at vit kunnu fara undir eina oljuframleiðslu á landgrunninum, verður olja funnin.

 

-Tá Kyoto var fyri í løgtinginum hevði eg mín stóra iva, tí eg ivaðist stórliga í, um tey, sum fóru at atkvøða fyri hesum, veruliga vistu, hvat hetta fór at innibera, og at løgtingið tá í síðsta enda ikki kann liva upp til tað man hevur samtykt sigur landsstýrismaðurin og vísir á, at tað sita fýra minnilutar í uttanlandsnevndini. Tjóðveldi vil til ST, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at vit skulu minka við 8%, meðan Fólkaflokkurin sigur, at vit taka undir við hesum, men vit góðtaka ikki 8% uttan víðari. Tað er møguligt, at tað kann vera 8% , men vit vilja fegnir tosa um hetta við danir sum partur av ríkisfelagsskapinum. Og so má ein ætlan fyriliggja um, hvussu vit veruliga kunnu minka um útlátið. Tann ætlan fyriliggur ikki í dag.

 

Ja og treytir

Landsstýrismaðurin í orkumálum vísir á, at hevur tú sagt ja til Kyoto, so er tað ein sjálvfylgja, at tú livir upp til treytirnar. -Tey, sum hava verið ivasom at góðtaka Kyoto, hava víst á oljunýtsluna og so fiskiflotan, at tú ikki fær minkað CO2 útlátið uttan at hava eina ætlan frammanundan. Og her er tað, at ein kaðal úr Íslandi kann ikki bert gera munin men eisini gera Føroyar til eina fyrimynd í framtíðini. Taka vit avgerðina um elkaðal, so er so nógv at heinta, at vit kunnu lættliga minka nógv meira um útlátið enn kravið er í dag.

 

-Eg havi ábyrgdina av orkuni og harvið eisini av útlátinum. Svarið er elkaðal til Íslands.

Góðtaka vit Kyotosáttmálan, so mugu vit eisini hava eitt boð uppá, hvussu vit minka um CO2 útlátið. Hetta er mítt boð sigur hann við blaðið og heldur fram:

 

-Orkupolitikkurin tekur ikki støðu til Kyotomálið, men fylgja vit orkupolitikkinum, so kunnu vit røkka setninginum, sum er ásettur í Kyotofrumskjalinum. Orkupolitikkurin, sum verður lagdur fram í næstum, ásetir greitt, at verða tey tilmælini, sum eru partur av orkupolitikkinum, fylgd, so røkka vit setninginum í Kyototreytunum. Eg kann liva við hesum, men treytin er tann, at vit fara undir eina ætlan sum hana við elkaðali.

 

Oljuframleiðsla

Landsstýrismaðurin, sum eisini umsitur vinnu- og harvið oljumál sigur víðari, at arbeiða vit við eini kaðalverkætlan til Íslands, so loysir eisini upp fyri tí problematikkinum, sum vit síggja í sjónarringinum í sambandi við møguliga oljuleiting og framleiðslu undir Føroyum.

 

-Hvat nú um oljuvinna tekur seg upp í Føroyum. Gera vit einki og bara taka undir við Kyoto, tá hava vit ein sera álvarssaman trupulleika. Tá er tað ikki nokk, at vit bara spara 8%. Taka vit ein framleiðandi oljupall, so dálkar hann kanska líka illa sum t.d. Sundsverkið. Tvs. at vit koma at pumpa út í atmosferuna eina mongd av CO2, um vit hugsa okkum at útvinna olju úr undirgrundini næstu 5 til 10 árini. Tí mugu vit fáa eitt svar uppá, hvat vit kunnu gera. Eitt svar er, um vit annars ikki kunnu fáa eina avtalu um tey viðurskiftini, tá vit eru partur av Kyotoaavtaluni, at vit tá kunnu frítaka partar av oljuvinnuni. Men tað vita vit ikki enn.

 

At vera partur av Kyotoavtalu kostar ómetaliga nógv fyri eitthvørt samfelag. Men kunnu vit gera eina avtalu um eina lønsama íløgu í ein kaðal til Íslands og hava eina backup skipan í Føroyum, men sum ikki hava útlát við sær, so kunnu vit kanska minka um okkara CO2 útlát við einum triðingi, og tað í sær sjálvum er nógv meira enn nakað annað land ger, og tað ger, at vit eisini í eina tíð nýtast ikki at síggja ein vanda í eini oljuvinnu í Føroyum.

 

Vísa hvat vit vilja

-Vit mugu sjónliga vísa, at vit vilja gera nakað. Skulu vit taka undir við Kyotoavtaluni, so krevur tað, at vit gera nøkur radikal ting í Føroyum. Serliga við oljuvinnuni í sjónarringinum mugu vit síggja í eyguni, at tað er ikki nokk at pilka við bjálving her og ein bil har. Tað má gerast nakað, sum gevur nakað. Og henda verkætlanin til Íslands kann minka munandi um CO2 útlátið, samtíðis sum hon er lønsam endurtekur landsstýrismaðurin.