Ellisakfør á Kongabrúnni

Fríggjadagin 25. apríl varð árliga flaggdagskoyringin hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør í Havn.

Ellisakførini møttust á Shellstøðini við Ringvegin, har tey vórðu sýnd fram, og Føroya Shell bjóða kaffi og køkur til tey vitjandi. Síðan varð koyrt gjøgnum býin og oman á Kongabrúnna, har ellisakførini vórðu sýnd fram, meðan flaggdagshaldið á Vaglinum fór fram.


Eftir flaggdagshaldið komu nógv fólk at hyggja eftir gomlu bilunum og motorsúkklunun.


Flaggdagskoyringin hjá Føroya Ellisakførum hevur verið eitt afturvendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992.