Tað er í morgin, leygardagin 16. august, at áhugafelagið Føroya Ellisakfør skipar fyri útferð til bygdina Dal á Sandoynni. Luttakararnir møtast í felagshølunum Yviri við Strond kl. 11.00 til morgunmat, og kl. 12.30 verður koyrt í raðkoyring til Gomlurætt.
Í Sandoynni verður koyrt til tær ymisku bygdirnar í oynni, áðrenn farið verður til Dals. Í Dali eru góðir møguleikar at sova í tjaldi á tjaldstaði. Eisini er møguleiki fyri at búgva á Eiriksgarði, har sovisalur er.
Um kvøldið verður hugni við grillmati. Fyri tey sum hava áhuga fyri tí, verður deknaguðstænasta í nýumvældu kirkjuni í bygdini sunnudagin kl. 12.