Elmander til Bolton

Svenski Johan Elmander hevur gjørt sáttmála við enska felagið Bolton. Elmander hevur staðið seg væl í fronskum fótbólti, har hann hevur spælt fyri Toulouse, og Bolton hevur goldið franska felagnum 105 milliónir krónur fyri Elmader. Brøndby fær eisini pengar burtur úr søluni, tí Elmander hevur áður spælt fyri Brøndby, og nú rúka slakar 10 milliónir krónur til danska felagið.