Elon Musk leggur seg út í valið í Týsklandi

Amerikanski Tesla-stjórin og X-eigarin, Elon Musk, fer at gera samrøðu við Alice Weidel, floksleiðara í týska høgraflokkinum Alternative für Deutschland (AfD).

Alice Weidel, forkvinna í víðgongda týska høgraflokkinum, Alternative für Deutschland (AfD), og Teslastjórin og X-eigarin Elon Musk

Hesum boðaði Weidel frá í dag, sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Eftir ætlan verður samrøðan á X hósdagin 9. januar klokkan 18:00 okkara tíð.

Funnist hevur verið at Elon Musk fyri at royna at ávirka komandi týska valið.

Hetta hendi eftir at Musk vísti stuðul til AfD í eini grein í týska blaðnum Welt am Sonntag og í einum uppslagi um X.

 

 

Alice Weidel, forkvinna í víðgongda týska høgraflokkinum, Alternative für Deutschland (AfD), og Teslastjórin og X-eigarin Elon Musk