Eitt skifti fyrrapartin í gjár rindaðu brúkarar nógvastaðni í Norðurlondum meiri enn 11 norskar krónur fyri kilowattíman. Tá prísurin var upp á tað hægsta, var hann 11,32 krónur í Mið- og Norðurnoregi, Svøríki, Finnlandi og pørtum av Danmark, og so dýr hevur elorkan ikki verið fyrr.
Norska blaðið Aftenposten skrivar, at fleiri ídnaðarvirkir steðgaðu framleiðsluni, tí sytreymurin var so dýtur.
Um orsøkina til tann høga elprísin sigur blaðið, at hann er úrslit av, at sviar framleiða minni el úr kjarnorku, og at tað hevur regnað lítið nógvastaðni í vetur.