Elsa Jacobsen: Øðrvísi lív í einum øðrvísi landi

Ta tíðina Elsa var í Etiopia skrivaði hon javnan brøv heim til Kirkjuligt Missiónsblað. Her greiðir hon eisini frá lívinum, har hon arbeiddi, og frá hendingum, sum teimum barst fyri. Brot út hesum brøvum saman við munnligari frásøgn geva eina góða mynd av einum samfelagi, sum er sera nógv øðrvísi enn tað, sum vit kenna til. Tí er hetta eisini spennandi og forvitnisligur lesnaður. Hetta er so ein partur av lýsingini av virkseminum hjá Elsu og hennara starvsfeløgum í Etiopia. Framvegis er Elsa í Konso

3. partur

 

Í seinasta parti var greitt frá, tá ið eg fekk tvíburar í 1961. Hetta broytti sjálvandi nógv í mínum lívi. Pápi teir báðar Jákup og Jóhannes var sjálvsagt fegin um, at synirnir á hendan hátt komu undan. Sjálvir áttu teir eina heilsystir og fleiri hálvsystkin, sum teir framvegis hava samband við. Pápan høvdu teir eisini samband við. Teir vóru tó ikki gamlir, tá ið hann doyði.

Eg kann eisini siga, at eg havi alt gott at bera fólkinum í Konso. Hvat enn ið kann sigast um teirra mentan, so kann eisini sigast, at grundleggjandi lá í teimum ikki at stjala. Tí kom tað frá fyrstu tíð ikki fyri, at nakað var stjolið hjá mær. Men tá ið fólkið seinni fór at fáa neyðhjálp í samband við hungursneyðir broyttist hetta nakað. Her var tað, sum so ofta er, at hann ið fær vil altíð hava meira. Tá kundi henda, at lutir hvurvu.

Blíðskapurin hjá fólkinum var eisini einastandandi. Tá komið varð inn á gólvið var altíð boðið at eta. Men tað kundi taka tíð, tí maturin skuldi gerast til frá byrjan av. Kanska skuldi eitt kríatúr slaktast og síðan skuldi kaffi gerast. Hetta tók eisini sína tíð.

Her kann fyrst sigast, at kaffi er tjóðardrikkur í Etiopia og er eisini en stórur partur av framleiðsluni hjá landinum. Kaffi kemur av fyrstu tíð fram í Etiopia í 13. og 14. øld og kemur til Europa seinast í 16. øld.

Ein landspartur í Etiopina eitur eisini Kaffa. Sagt verður, at kaffi upprunaliga varð uppdagað í Etiopia á tann hátt, at komið varð fram á nakrar garvillar geitir. Hildið var, at tær vóru besettar, men tá høvdu tær etið kaffibønir.

Kaffi er tískil ein húsarhalds­planta hjá nógvum húsum. Tá ið boð­ið verður til kaffi skulu frukt­irnar fyrst takast av kaffi­plant­unum. Síðan skulu berini fáast úr teimum. Aftaná skal kaffið brennast, síðan knúsast, áðrenn komið verður so langt sum hjá okkum øðrum, sum keypa kaffi í handlinum.

At hetta tók tíð gjørdi einki, tí so mikið meira av tíð var at práta saman.

 

Jarðarmóðir og tannlækni

Eg virkaði eisini sum jarðarmóður. Flestar konur eiga heima, men tað doyggja alt ov nógvar konur í barnferð. Vit royndu at fáa konurnar at koma til kanningar, meðan tær gingu við børnunum. Hetta gekk striltið at byrja við, men gekk síðan betri og betri. Hetta hevur bjargað mongum børnum og mammum.

Tá ið tær komu var tað tí, at okkurt var galið í samband við føðingina. Kvinnurnar kundu hava ligið í fleiri dagar við verkum, og barnið kom ikki. Tær vóru ofta illa fyri. Stundum var lívmóðurin skrædnað. Men tá var ikki nógv, ið eg kundi gera. Eg var jú ikki lækni og kundi ikki operera. Hetta var eitt tað ringasta, eg kundi koma út fyri. Tá vóru konurnar stundum meira deyðar enn liv­­andi, tá teir komu við teimum. Nógvar blivu kortini bjargaðar, júst tí tær komu. Tað vóru tó nakrar sum doyðu, tí tað var eingin vón.

Nógvar fingu hjálp av ymiskum slag, so tað var ein undurfull tænasta at standa í.

Ein uppgáva hjá mær var eisini at trekkja tenn. Ein lækni, sum eina ferð var komin framvið, vísti mær, hvussu eg skuldi doyva tonnina, sum skuldi takast. Hetta er ikki bert sum at siga tað. Tað ræður um at raka rætt við nálini í tannkjøtið fyri at doyvingin skal virka. Men hetta riggaði eisini.

 

Trøllmenn

Animistar hava eisini hetta við trøllmonnum. Fólkið er sera bangið fyri teimum. Teir blanda alt møguligt saman, bløð á trøum og tílíkt, sum skal eitast at vera medisin. Tað er nógv medisin, sum er gjørt úr urtum. Men hesir duga ikki at seta rætt saman. Nógv er beinleiðis eitur, og nógv fólk doyggja av hesum “medisini”. Afturat tí kemur, at áðrenn teir vilja geva nakra “hjálp”, skulu teir hava løn. Hetta kann vera ein geit, eitt lamb ella ein kúgv alt eftir, sum sjúklingurin er sjúkur til. Tey verða útarmað, tí tey kenna seg noydd at gjalda alt hetta, men tey fáa lítla og onga hjálp.

Tað er tó okkurt, sum teir á staðnum eru góðir til. Vit fingu sjúklingar, sum høvdu brotið beinið. Hetta kundi so vera spjálkað av "heimadoktarum" og hetta dugdu teir.

Men fleiri av hesum trøllmonn­um eru komnir til trúgv. Eg kenni persónliga ein teirra Berisha Germo. Hann hevði inni í smátt­uni ymiskt, sum var innvíg­að til Satan, og sum teir brúktu til hesar samkomurnar, har teir til­biðja andarnar. Fólk verða besett av djevlinum, og tað er so nógv ræðu­­ligt, sum fer fram har. Tey kunnu gera nógv, sum ikki kann skiljast. Tey kunnu eisini koyra gløður í munnin og ganga í eldi uttan at brenna seg. Øll eru rædd fyri trøllmonnunum. Hetta er nógva staðni í Etiopia og serliga har kristindómur og heiðinskapur møtast.

Hetta við at vera besett havi eg ofta sæð í kirkjuni. Knapliga kundu fólk fara at rópa og skríggja. Tey sum standa fyri gudstænastu, taka tey út, fara inn í eitt annað rúm og biðja fyri teimum. Andarnir fara so út, og tey koma so inn aftur og seta seg heilt róliga aftur. Tað er nógv av slíkum.

Berisha Germo varð so umvend­ur. Men tá ið hetta hendi, bað hann teir í kirkjuni um at fara inn í smáttu hansara at taka alt hansara gandatilfar og brenna tað. Fortíðin skuldi fullkomiliga beinast burtur. Berisha heldur á enn, og tað sama er við allari hansara familju, sum eg kenni. Tey koma trúføst at hoyra Guds orð.

 

Uttugo var hildin at vera deyður

Ein 10 ára gamal smádrongur var borin til klinikkina við stívkrampa. Hann var ógvuliga ringur og hevði ringar krampar í langa tíð, so tað var lítil og eingin vón um, at hann fór at liva. Mamman sat yvir honum bæði dag og nátt. Hvørja ferð eg kom inn til hansara, helt hon hendurnar saman og segði: “Jesus Kristus”. Vit skiltu ikki hvørja aðra, men hetta bant okkum kortini saman. Eg skilti, at hon vildu hava okkum at biðja Jesus um at gera Uttogu frískan.

Ein dagin eg var her uppi og át døgurða komu tey rópandi, at nú var hann nærum deyður. Tá ið eg kom oman grótu og illa lótu tey uttan fyri klinikkina. Tað er siður at rópa og gráta hart, tá onkur doyr. Tey byrja longu áðrenn viðkomandi er deyður.

Uttugo var eisini sera ringur. Men so fór hann at batna so líðandi aftur. Hann gjørdist frískur og hjálpti okkum í húsinum.

 

Bitin av slangu

Ein dagin komu nakrir mans berandi við einum 12 ára gomlum dreingi fra Kholme, sum er umleið 6 tíma gongd hiðani. Hann var bitin av eini slangu dagin fyri. Beinið var nógv hovnað, men annars tóktist drongurin at vera frískur, so eg hevði vónir um. at tað fór at gangast væl. Tað ræður um at koma skjótt til viðgerðar.

Tað høvdu verið nógv slangubit hesa tíðina. Húsini eru so ótøtt, at slangurnar krúpa inn um náttina. Konsomenn tilbiðja summi sløg av slangum, og tað verður hildið at merkja eydnu, tá ið slanga kemur inn í húsini!

 

Ravmagn við ov stuttum leidningi

Vit fingu eisini ravmagnsljós á støðini, eftir at eg kom. Vit fingu ein motor, sum var ov lítil til eina aðra missiónsstøð.

Tað vóru tveir trúboðarar, sum settu motorin til. Teir vóru íslendingurin Gisli Ankelson og norðmaðurin Gunnar Almelid, sum var komin úr Gidole 50 km norðanfyri, har hann arbeiddi á missiónsstøðini.

Teir bygdu ein skúr úr blikki, har motorurin skuldi setast inn. Hetta var nær við sethúsini hjá okkum

Men tað var ein slíkur gangur av hesum elverki, at tað tað hoyrdist neyvan mannamál inni í stovuni. Hetta var ikki minst av blikkplátunum, sum klirraðu, tá ið motorurin gekk. Eg spurdi so Gisla, hví teir ikki høvdu sett motorin longri burtur, so hann órógvaði minni. Svarið var, at teir høvdu ikki ein longri leidning! Hetta sigur bara nakað um, hvussu langt vit vóru av landi skotin. Tað at fáa ein eitt sindur longri leidning, var ikki nakað sum kundi gerast í eini handavending. Tað vóru 600 km til Addis Abeba, og hetta vildi tikið fleiri dagar.

Leidningurin kom so seinni, og motorurin varð fluttur. Hóast hetta var eitt stórt framstig, so kundu vit bert hava motorin í gongd nakrar fáar tímar hvørt kvøld.

Heiðurssongur við deyða og jodling við føðing

Tað var tíðliga ein morgun, at vit hoyrdu so undarligan song. Eg helt meg hoyra, at hetta ikki var sami sorgarsongurin, sum ofta hoyrist, tá ið onkur er deyður. Tá ið eg eina løtu seinni fór oman á klinikkina, sá eg eina rúgva av monnum, sum dansaðu og sungu á vegnum. Tað var ein gomul kona úr grannabygdini, sum var deyð, og teir vóru við at jarða hana. Av tí, at hon var gomul, var tað ikki sorgarsongur, men songur til heiðurs fyri hana. Hon hevði gjørt tað, sum kundi væntast av henni í lívinum. Hon hevði arbeitt nógv og hevði helst fingið nógv børn. Hon hevði uttan iva uppiborið ta hvíldina, hon nú fekk.

Her kann eisini leggjast afturat, at vit frættu altíð beinanvegin, tá ið eitt barn varð føtt í granna­bygdini. Hesi boðini vóru givin við jodling. Varð jodlað eina ferð var ein genta fødd og varð jodlað tríggjar ferðir var tað ein drongur. Hetta lýsir hvussu tey mettu um munin at fáa drong ella gentu.

 

Tvíburarnir á barnaheim

Fólkið sær meira og meira tørvin á at læra. Í tveimum bygdum í økinum hava tey lokalu kristnu bygt skúla. Teir hava biðið um at fáa lærarar at læra tey at lesa og kristni. Hetta er sjálvsagt eitt framstig.

Í 1963, tá ið tvíburarnir Jákup og Jóhannes vóru tvey ára gamlir, helt eg, at teir skuldu fara á eitt barnaheim, so teir kundu vaksa upp saman við javnlíkum. Afturat tí kom, at eg skuldi á málskúla í Addia Abeba, og eg skuldi eisini nakað skjótt heim í farloyvi, so hetta var tað besta fyri teir.

Tann 10. november fór eg við teimum úr Konso við einum lastbili til barnaheimið hjá missiónini. Vit koyrdu um 10 tímar og komu um kvøldið fram til missiónsstøðina Yavollo, tá vóru vit komin hálva leið. Síðan sluppu vit dagin eftir við einum øðrum lastbili og komu endaliga fram kvøldið eftir til missiónsstøðina Agere-Maryam. Navnið merkir land Mariu, og er navnið eitt úrslit av katólska ávirkan á koptisku kirkjuna.

Morgunin eftir fóru vit oman á barnaheimið. Børnini vistu av okkum, og tá ið tey sóu okkum í brekkuni, komu tey øll ímóti okkum. So vóru tvey løgd til systkinaflokkin á barnaheiminum. Tað var eyðsæð, at teir vóru vælkomnir.

Eg vitjaði heimið fleiri ferðir um dagin teir fylgjandi dagarnar, og tað var gott at síggju, hvussu dreingjunum tóktust at dáma betur fyri hvønn dag.

Á barnaheiminum vóru um 30 børn. Hetta vóru børn, sum vóru “til avlops”. Summi av teimum vóru funnin úti í skóginum, tí tey vóru “sett út” orsakað av heidnum siðum, sum umrøtt í seinasta parti. Tey vóru tískil bjargað frá tí vissa deyða. Summi vóru borin til missiónstøðina, so tað kundi sleppast undan at, tey annars fóru at doyggja.

Hesi børnini føldu seg veruliga sum systkin. Tey kendust so mikið væl, at tey høvdu ikki droymt um at giftast við hvørjum øðrum, hóast tey komu frá ymsum støðum og ættarbólkum.

Á barnaheiminum gingu teir eisini í skúla, tá ið tann tíðin kom. Her lærdu børnini amahariskt, so tey øll høvdu sama felagsmál.

 

Garja varð bjargað

Í seinasta parti varð greitt frá tí skikki, har bæði børnini skuldu fyribeinast, um seinna barnið varð føtt, meðan fyrra barnið enn fekk bróst. Her skal greiðast frá einum dømi um, hvussu eitt av hesum børnum bleiv bjargað.

Eftir eina gudstænastu uttan­fyri klinikk­ina í Gisma í Woyto­­dalinum kemur ein maður til norska trúboð­ar­an Dag O. Kiple­sund, sum eg kendi væl, við eini smágentu, sum hann var pápabeiggi at. Hann hevði fingið til uppgávu at beina fyri gentuni, tí mamman “ov tíðliga” hevði fingið eitt barn afturat.

Maðurin greiddi trúboðaranum álvarsliga frá, at “gentan skal doyggja”. Hann átti at verið farin til fjallið aftanfyri klinikkina og stoytt hana oman. Ein annar møguleiki hevði verið at blaka hana í ta stóru Woytoánna nærindis.

Pápabeiggin sigur við trúboðar­an: “Eg havi hoyrt, at tit taka tykkum av slíkum børnum og fáa tey so langt burtur, at tey ikki koma aftur. Kunnu tit gera hetta við Garja? Kann eg lata hana frá mær her?”

Pápabeiggin fór síðan heim. Hendan lítla gentan, sum var hálvt annað ár, stóð eftir og græt, einsamøll í verðini.

Støðan hjá gentuni var, at foreldrini kundu einki gera. Eingin av hennara fólki kundi gera nakað. Hon var longu at rokna sum deyð. Hon hevði ongan rætt til lív. Eingin tordi at seta seg upp ímóti andunum av ótta fyri avleið­ingunum. Men hesin pápabeiggin var kortini eitt dømi um, at tað vóru kortini tey, sum tordu.

Men henda gentan fekk eina betri lagnu enn henni var ætlað. Ein ungur evangelistur í Kolme í Konsoøkinum vildi taka gentuna til sín. Hann gav henni eitt nýtt navn Terrefetch, sum merkir “hon ið yvirlivdi”. Tað gjørdi hon eisini, og í 2002 gjørdi norska sjónvarpið eina sending um hana. Tað vóru fleiri børn sum yvirlivdu á sama hátt við, at onkur í stammuni tordi at seta seg upp ímóti andunum og teirra kravboðum.

 

Grátur fyri teimum doyggjandi

Kl. er 7 sunnumorgun. Sólin reis fyri einum tíma síðan. Tað er friðarligt. Bert fuglasongurin hoyrdist uttanfyri. Nú hoyri eg, at tey byrja aftur at gráta úti í Bedengeltu, bygdini, sum er næst við hjá okkum. Haðani kom annars Uttugo, sum er umrøddur fyrr í hesi grein. Tey gráta vist yvir mannin, sum doyðu her á klinikkini í fyrradagin. Tey grótu alla gjáranáttina eisini.

Hann hevði verið sjúkur leingi. Hósdagin var eg úti og gav honum sproytu. Tá ið eg nærk­aðist smáttuni, hoyrdist grátur og róp. Har var nógv fólk saman­komið bæði úti og inni, og tað var mær ógjørligt at koma inn. Eg spurdi um tey ikki vildu fara út, so at eg kundi síggja sjúklingin. Tá ið alt fólkið var útkomið, undraðist eg yvir, at henda lítla smáttan skuldi kunna rúma so nógvum fólki.

Innkomin sá eg mannin sita á gólvinum, styðjaðan av tveimum monnum. Hann var ógvuliga sjúkur og spurdi beinanvegin, um hann ikki kundi sleppa á klinikk­ina at liggja. Jú, segði eg, men legði afturat, at øll hesi fólkini kundu ikki koma grátandi við honum, tí hann trongdi til hvíld og frið. Tað tóktist, sum at hann var fegin um, at eg segði hetta.

Teir koma so berandi við honum til klinikkina. Men tað vardi ikki leingi, áðenn alt fólkið kom aftaná. Tey grótu og illa lótu. Lítið og einki bataði at tosa við tey um, at sjúklingurin trongdi til frið.

Hetta er undarligur siður. Tey allarflestu av hesum fólkunum hava einki havt við mannin at gera, meðan hann hevur livað. Og eg spyrji meg sjálvan: Hví gráta tey so nú, tá ið hann skal doyggja? Tað tykist alt at vera so vónleyst. Onkur sigur, at fatanin er tann, at um tey gráta nógv, tá ið onnur doyggja, so fara nógv at koma at gráta og vísa samkenslu, tá ið tey sjálvi doyggja.

Tá ið fólk doyggja verða tey grivin sama dag. Hetta er neyðugt vegna hitan. Tey verða grivin úti í akrinum. Kista verður ikki nýtt.

Í seinasta parti varð greitt frá, at fólk svevur á neytaskinnum í smáttunum. Omaná seg hava tey eitt broderað bummullsteppi. Hetta nýta tey eisini at balla um seg um dagin, tá ið tað er kølið.

Hetta teppi verða tey eisini ballað í áðrenn jarðarferðina. Byrjað verður ofta við hesum, áðrenn viðkom­andi er deyður.

Einaferð kom íslendska sjúkra­systirin Ingun Gisladóttir fram á eitt slíkt innballað “lík”. Hon helt, at tey vóru nóg so skjót á sjóvarfallinum og gav boð um at balla viðkomandi úr teppinum aftur. Tá var viðkomandi hvørki deyður ella næstan deyður. Hann fekk heilivág og viðgerð og gjørdist frískur!

Fyri at sleppa undan villdjór­um er grøvin djúp. Síðan verður eitt rúm grivið til síðis niðri í grøvini, og tann deyði verður lagdur inn her. Viðhvørt verða líkini sett við knøunum upp undir høkuna, sum tað er kent frá Egyptalandi. Men tað mest vanliga er at tey liggja niðri.

Stundum verður ein “grav­stein­ur” settur á grøvina, sum vit lýsa við eini mynd.

 

Ofraði helst geit til Satan

Tað er undarligt at síggja, hvussu bókstaviliga tað eru tvær maktir, sum stríðast um mannasálina. Balle, ein maður í Bedengeltu, lá fyri stuttum eina tíð á klinkkini. Hann var ógvuliga sjúkur ta fyrstu tíðina hann kom. Fólk komu sum vant á hvørjum degi at gráta yvir honum. Vit góvu honum hvønn dag av tí heilivági, sum vit hava, men noyddust samtíðis at ansa eftir, at tey ikki sluppu at geva honum av onkrum, sum tey sjálvi høvdu blandað. Men ein dagin, tá ið vit ikki vóru hjástødd, høvdu tey kortini givið honum av teirra heimagjørda heiluvági, og hann gjørdist sum vera mann verri aftur. Sjálvur vildi hann ikki vátta, at hann hevði fingið nakað frá teimum. Men frá øðrum fingu vit at vita, at tey høvdu givið honum habesja-heilivág, sum tey gera sjálvi.

Tá ið Balle einar tvær vikur seinni veruliga var farin at batna, hendi tað ein morgunin, áðrenn vit fóru oman, at Guji, arbeiðsgentan hjá mær, sá tey fara berandi við honum aftur um nøkur trø, sum standa nærindis klinikkini. Har høvdu tey so brent hann í búkin við gløðandi jarni, sum tey eru von at gera við sjúk fólk, og tey høvdu lisið yvir honum. Eisini hesa ferð noktaði hann, tá við vit spurdu, um tey høvdu gjørt nakað við hann. Men tá vit síðani tóku teppið av honum og peikaðu á tey frísku brunasárini, tagdi hann.

“Hvørjum ætlar tú at geva heiðurin fyri, at tú ert vorðin frískur aftur,” spurdu vit, tá ið hann fór heim aftur “Gudi ella Satan?” “Gudi, sjálvsagt,” segði hann. Tó eri eg ikki viss um, at hann ikki ofraði eina geit til Satan, tá ið hann var komin heim aftur.

 

Mátti ofra á grøvini hjá pápa sínum

Í 1963 fór eg á málskúla í Addis Abeba at læra amahariskt. Í 1964 fór eg at arbeiða á sjúkrahúsinum í Yrga Alem. Higar komu teir fyrstu norsku trúboðararnir, sum komu til Etiopia um 1950. Her var eisini bygdur tann fyrsti skúlin hjá missiónssambandinum í Etiopia. Seinni bygdu teir eis­­­ini eitt sjúkrahús og sjúkra­systrar­­skúla. Hetta var einasta heilsutilboð til 4 milliónir fólk. Hóast sjúkra­húsið er ætlað til 120 sjúklingar er tað javnan, at teir eru 180.

Eg var í tveimum umførum í Yirga Alem, og seinni verður greitt meira frá hesum øki. Her skal bert vera greitt frá einari hending.

Ein morgun, vit ganga stovu­gongd á sjúkrahúsinum, var tað ein maður, sum hevði ligið eina stutta tíð. Hann hevði fingið viðgerð fyri tuberklar og segði, at hann mátti fara heim nú. Orsøkin var, at tey á hvørjum ári um hesa tíðina drupu ein oksa og ofraðu kjøtið á grøvina hjá pápa hansara. “Um eg ikki geri hetta nú, so nyttar einki, hvussu nógv medisin tit geva mær. Tað fer ikki at hjálpa kortini”, segði hann. Tað nyttaði einki at royna at yvirtala hann ikki at fara. Hann stóð við sítt, men hann lovaði at koma aftur, tá ið ofringin var liðug at halda áfram við viðgerðini.

 

Trúboðari skotin

13. september 1966 hendi ein skakandi tilburður í Neghelle. Tá var Oddrun Tjåland, sum eg persónliga kendi, skotin til deyðis í heimi sínum. Drápsmaðurin var ein, sum var byrjaður at læra til dessara ella sjúkrrøktari. Hann fekk beskeð um, at hann ikki var egnaður til hetta starv. Meðan maðurin, sum var lækni, var á einum møti, fór drápsmaðurin inn til hana og skjeyt hana. Hann stjól samstundis eitt radio. Tað vóru ikki nógv, sum høvdu radio, so hetta var við til at avdúka hann hampiliga skjótt. Hann varð dømdur, men slapp út nokk so skjótt, tí familjan hjá Oddrun ynskti at náða hann.

Beiggi hennara Knut Åsebø fekk tá missiónskall og virkaði í nógv ár í Etiopia.

 

Farloyvi og so avstað aftur til Konso

Eg plagdi at vera heima í farloyvi eitt ár í senn. Fyrstu ferð eg fór heim var eftir at hava verið í Etiopia í fimm ár. Eg fór heim í 1965, har eg ferðaðist runt og helt møtir, har eg greiddi frá virkseminum í Etiopia.

Eg kom aftur til Konso í 1966. Nú var nýggj klinikk bygd, og hon var ólíka betri enn tann sum var. Nú vóru 20 seingjarpláss og rúmini eru størri og betri enn á gomlu klinikkini.

 

Hátíðardagur fyri keisaran

2. november var hátíðardagur her í Etiopia. Tað vóru nú í 1966 36 ár síðani keisarin Haile Selassie varð krýndur. Hesin dagur verður hátíðarhildin á hvørjum ári.

Skúlabørnini hava lært seg sangir til hendan dagin. Dagin fyri fingu tey frí til at vaska klæðini. Tey flestu høvdu einki at skifta við.

Hvítar húgvur við etiopiskum flagglitum eru seymaðar til øll skúlabørnini. Tað er Katrin, sum er gift við Gisli Arnkelssyni, sum seymaði húgvunar.

Síðan fóru børnini skrúgongu, og trúboðararnir vóru bodnir við sum gestir.

Í hesum sambandi kann verða nevnt, at eina ferð skuldu vit í Konso fáa vitjan av sjálvum keisaranum. Alt var skimmað sum til ein kongavitjan í Føroyum. Tað var bíðað í spenningi eftir tyrluni, sum skuldi koma við honum. Eina ferð sæst hon koma langt burturi. Øll streymaðu oman á klinikkina at síggja hendan forvitninsliga gestin. Men hon fleyg bara framvið, og vit stóðu har. Hetta var sera snópisligt. Hann var tá farin á onkra aðra vitjan. Seinni frættu vit, at tá ið hann fleyg framvið okkum hevði hann spurt, hvat hetta var fyri hús. Tað hevði hann so fingið frágreiðing um. Hann hevði eisini ætla sær at vitja okkum, men okkurt kom í vegin. Sum áður greitt frá var hann sera vælviljaður fyri missiónini.

 

Virðing fyri keisara og flaggi

Tað er ein stór virðing fyri keisar­an­um, hóast nógv vita lítið og einki um hann. Myndir av keisaranum verða hongdar uppá almennum støðum. Eingin mynd skuldi vera omanfyri henni av keisaran. Tí syrgdi eg altíð fyri at heingja myndina ovast upp móti loftinum á støðini.

Annars var ein søga um ein trúboðara, sum við eitt ársskifti hevði koyrt ein álmanakka í skrell. Vanlukkuliga var mynd av keisaranum á permuni. Onkur hevði meldað trúboðaran fyri vanvirðing av keisaranum. Hetta førdi til ákæru og rættarmál, sum gekk heilt til Addis Abeba.

Ein onnur regla var, at tá ið flaggið varð tikið niður á almennum bygningum, skuldi alt steðga upp, so leingi hetta vardi. Ein sirena ýldi, og øll reistu seg upp og stóðu still. Ein trúboðari lá undir einum bili, sum hann umvældi, og hann hoyrdi ikki sirenuna. Hann varð meldaður fyri vanvirðing av flagginum. Hann mundi komið illa fyri. Tað var líka við, at hann varð rendur av landinum. Men hann bað so bønliga um umbering, so hann slapp við skrekkinum.

 

Bíða eftir regninum

Nú eru vit komin til endan á mars 1967. Vit ganga og bíða eftir regni nú um dagarnar. Regntíðin átti av røttum at verið byrjað fyri 14 døgum síðani, men enn hevur so at siga einki regnað. Konsomenn hava sáað korn her alla staðni uttanum. Hvønn tú tosar við kemur tosið inn á regnið. Nær man tað fara at koma? Og so verður hugt upp í luftina. Stundum kom skýggj á luftina, men tey reka tvørtur við.

“Hvussu verður við korninum, tit hava sáað?”, spurdi eg ein. Jú, tað byrjaði at spíra, men brendi so av aftur. So nú má sáast aftur.

 

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi parti koma vit fram til árið 1974.

Tá er tann stóra hungursneyðin, sum vit eisini hoyrdu um í Føroyum