Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár.
Elsa Egholm, Lív og Vár Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax tóku á heimavølli móti Rannvá Olsen og hennara liðfeløgum í Ejstrup/Hærvejen.
Ajax vann dystin 35-30. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
Elsa skoraði fýra mál, meðan Lív, Vár og Rannvá skutu eitt mál hvør.
Ajax fer at halda jól- og nýggjársferiu á fimta plássinum, har tær hava 12 stig fyri 10 dystir. Ejstrup/Hærvejen er nummar átta í deildini við níggju stigum.
Annað vikuskiftið í januar tørna liðini til aftur. Ajax við útidysti móti Ydun, og Ejstrup/Hærvejen við útidysti móti Søndermarken.










