Løgmansskrivstovan skal nú hava eykajáttan til at rinda lønir til tey bæði landsstýrisfólkini, sum løgdu landsstýrissessin frá sær fyri at kroysta Anniku Olsen úr Løgtinginum.
Tað er ikki ókeypis fyri arbeiðsgevaran, at eitt landsstýrisfólk sigur seg úr starvi. Tí akkurát mótsatt, sum tað er hjá vanligum lønmóttakarum, so fáa landsstýrisfólk løn í eitt hálvt ár aftan á at tey hava sagt seg úr starvi
Tann 22. desember søgdu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard seg úr starvi. Tey søgdu upp. Og tey góvust í starvinum eygablikkiliga.
Vóru tey vanligir lønmóttakarar, so steðgaði lønin samstundis.
Men soleiðis er ikki hjá politikarum, sum hava tann fyrimun fram um vanligar lønmóttakarar, at tey sjálvi gera av sínar egnu lønar- og setanartreytir.
Landsstýrisfólk hava sjálvandi eina uppsagnartíð, sum er í mesta lagi eitt hálvt ár. Tá tey vera koyrd úr starvi, ella mugu fara úr starvi, tí at nýggj samgonga er skipað, so fáa tey løn í uppsagnartíðini. Men tað serliga hjá landsstýrisfólki er, at tey fáa eisini løn í uppsagnartíðini – tá tey sjálvi siga upp.
Tí má landsstýrið nú hava eyka pengar at gjalda teimum báðum landsstýrisfólkunum løn, sum søgdu seg úr starvi fyri at kroysta floksfelagan úr Løgtinginum.
Eitt landsstýrisfólk kostar 83.195 krónur um mánaði í løn, 15 prosent í eftirløn og í arbeiðsmarknaðargjøldum. Men av tí at Jacob Vestergaard hevur upptjent sær fulla starvstíð til tænastumannapensjón – so fær hann einki pensjónsgjald, og kostar tí »bara« 72.793 krónur um mánaðin. Landsstýrisfólkini, sum eru farin frá, eru farin aftur í Løgtingið. Lønin frá løgtinginum eru mótroknað í hesum tølum, sum høvdu verið nógv hægri, um tey ikki vóru løgtingsfólk.
Uppskotið frá Una Rasmussen, fíggjarmálaráðharra, um eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022-3, er til viðgerðar í fíggjarnevndini.