Elspa til Miami á venjingarlegu

Tað koyrir væl hjá 16 ára gomlu gøtugentuni Elspu Mørkøre, sum hóast sín unga aldur longu hevur svomið umleið 300 heiðursmerki í hús. Tá tað fyrr í ár gjørdist greitt, at samstarvið millum Ægir og Fuglafjarðar Svimjifelag (FS) ikki skuldi halda fram, og FS tí noyddist aftur til Fuglafjarðar í sín 16 metra hyl, avgjørdi Elspa at fara til Danmarkar at venja. Tá Elspa áður hevði verið í Esbjerg og vant nakrar ferðir, og verið við teimum til eina kapping, og annars dámdi sera væl, so var ivin ikki stórur um, hvagar leiðin skuldi ganga.

Tosað varð við venjaran hjá WestSwim í Esbjerg, sum beinanvegin gav grønt ljós til Elspu.

Fyri stuttum frættist, at hon hevur gjørt av at royna at sleppa á danska landsliðið, sum kann geva henni møguleika at sleppa við til OL, men noyðist harvið at veittra farvæl til føroyska landsliðið, tí ikki ber til at vera á báðum í senn.

Í februar 2008 gongur leiðin hjá Elspu til Miami á veningarlegu, har hon skal venja 2-3 ferðir um dagin. Men longu tann 29. desember, skal hon luttaka á eini landsumfatandi kapping í Esbjerg. Spennandi verður at frætta, hvussu tað fer at spæla av hjá talentríka unga føroyska svimjaranum.