Svimjing
Besta NM-úrslitið í føroyskari svimjisøgu varð veruleiki um vikuskiftið.
Elspa Mørkøre, Jutta Thomsen, Dánjal Martin Hofgaard og Anna K. Eysturberg vóru føroysku umboðini á ferðini
Fantastiska Elspa
Serstakliga var tað Elspa Mørkøre, sum stjól føroysku yvirskriftirnar, so hvørt sum úrslitini komu á talvuna.
Besta úrslitið fekk hon, tá hon sum fyrsti føroyski svimjarin nakran tíð vann silvurmerki í NM-kapping. Hetta fekk hon, tá hon svam 50 metra rygg í tíðini 30,53 sekund. Hetta er ein betrin upp á ikki minni enn 71/100 sekund, og tað má sigast at vera heilt imponerandi.
Hartil setti unga gøtugentan eisini trý onnur met. Hesi vóru á 200 metra rygg, 50 metra frí og 100 metra frí. Í hesum seinasta er annars at viðmerkja, at Elspa fyri stuttum gjørdist fyrsta føroyska kvinnan, sum fór undir minuttin á teimum 100 metrunum. Hetta verður ofta sagt at vera eitt sálarligt mark, og koma svimjarar fyrst undir hetta, er ofta skjótt at koma enn longur niður. Tað staðfesti Elspa eisini um vikuskiftið, tá hon kom heilt niður á 59,74. Altso ein betran upp á heili 22/100 sekund.
Umframt silvurmerkið á 50 metra rygg, so gjørdist Elspa nummar fýra í 100 metra rygg. Í 100 metra frísvimjing varð hon nummar 8, meðan talan gjørdist um 10. pláss í 50 metra frí. Úrslit, sum ikki gerast minni imponerandi av, at Elspa bara er 14 ára gomul, og soleiðis eisini kann svimja í sama aldursbólki til komandi kappingar.
Fleiri góð úrslit
Tað var tó ikki bara Elspa, sum gjørdi um seg í Íslandi,. Jutta Thomsen av Tvøroyri svam seg eisini til føroyskt met, tá hon kutaði nærum trý sekund! av metinum á 800 metra frí. Eitt avrik, sum setti hana á fimta plássið í kappingini.
Dánjal Martin Hofgaard betraði eisini um sítt persónliga met á 100 metra frí, tá hann svam teinin í 55,83 sekundum, og tó at hetta bara rakk til aftasta plássið, so var avrikið avgjørt góðkent.
Seinasti føroyski svimjarin var Anna K. Eystuberg. Hon var tó ikki heilt so væl uppløgd á ferðini, og svam væl seinni enn tað, sum hon áður hevur prógvað, at hon er før fyri.