Í dag vita norskir miðlar at siga, at elsti sámi í Noregi, Laila Serine Myrhaug, er deyð, 107 ára gomul.
Áhugi hennara hevur serliga verið familjan, hennara áhugi fyri náttúru, djórum og lokalsamfelagnum.
- Í meira enn hundrað ár livdi hon eitt lív, tætt knýtt til norðurnorskari náttúru og bygdafelagsskapi.
Soleiðis skrivar sonur hennara vegna familjuna, nú hin 107 ára gamla er farin um sýn.
Laila Serine Myrhaug var gift fiskimanni og snikkara, Thomas Myrhaug, í 1938, og hann doyði í 2001.
Saman fingu tey fýra børn, og nú hon er farin, átti hon 11 ommubørn og 26 oldurommu-og tippoldurommubørn.
Meira um Lailu Serine Myrhaug kann lesast á www.tv2.no











