Á Facebook-vanganum - Við Tórði á túri - skrivar Tórður Mikkelsen í kvøld, at viðingurin, Mikkjal L. Sørensen, andaðist í morgun.
- Í 57 ár búleikaðist hann einsamallur á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Hann fylti 90 ár í desember, og hesi seinastu árini búði hann á ellisheimi í Qaqortoq.
Tórður Mikkelsen greiðir frá, at leygardagin fekk hann ein blóðpropp og varð lagdur inn á sjúkrahús, men vaknaði ikki aftur.
- Í Qaqortoq siga tey, at Mikkjal hesi seinastu árini bleiv ein býarmynd, sum øll kendu og vóru góð við.
Og Tórður Mikkelsen leggur aftrat:
- Eins og í Føroyum hildu tey tað vera sera sjáldsamt, at maðurin hevði klárað at búleikast einsamallur í so mong ár á oynni. Kortini hevur Mikkjal trivist væl á ellisheiminum.
Tórður Mikkelsen skrivar, at Mikkjal kláraði at halda tríggjar føðingardagar á ellisheiminum, og hann elskaði at vera miðpunkt, siga tey á heiminum í Qaqortoq.
Sjálvur var kendi og fólksligi útvarpsverturin og vitjaði Mikkjal á oynni Kingitoq í 2021, og í oktober árið eftir brann heimið hjá hinum gamla í grund.
- Sjálvt um Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum við síðuna av, endaði tað við, at hann kom inn í býin, Qaqortoq, skrivar Tórður Mikkelsen.
Meira um hetta kann lesast á Facebook-vanganum, Við Tórði á túri.











