Besta italska fótbóltsdeildin var tann fótbóltsdeildin í Evropa, ið brúkti næstmest pengar upp á spælarakeyp í hesum flytingarvindeyganum.
Sambært donsku heimasíðuni, Indkast brúkti Seria A 1,8 miljardir krónur í okkara peningi til spælarakeyp í hesum flytingarvindeyganum. Millum keypini í Seriu A var, at Hellas Verona keypti Andrias Edmundsson frá pólska felagnum, Wisla Plock.
Tað var tó - ikki óvæntað - enska Premier League sum brúkti mest pening. Liðini í Premier League brúktu hesaferð 3,4 miljardir krónur til spælarakeyp.
Tølini fyri hinar evropeisku topp-5 ligurnar eru væl lægri. Tølini fyri fronsku Lique 1 eru 757 miljónir krónur, og fyri týsku bundesliguna er talan um 725 miljónir krónur. Spanska La Liga brúkti "bara" 432 miljónir krónur á hesum sinni.











