- Eg tori ikki heilt at trúgva upp á tað

Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu sigur, at við ongum Suðuroyartunli stúrir hann fyri, at unga fólkið fer at rýma, og at Suðuroyggin verður ein størri útjaðari enn í dag

- Eg vænti, at uppskotið, sum er í fíggjarnevndini, verður samtykt við stórum meiriluta á Føroya løgtingi

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?

 

- Ja, tað vænti eg, tí tað hava politikarnir lovað nú síðan síðsta val. So, ja - eg trúgvi, at uppskotið verður samtykt við stórum meiriluta á Føroya løgtingi.

 

Tað sigur Janus Thomsen, sum er borgarstjórin í Hvalbiar kommunu.

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?

 

- Ein Suðuroyartunnil fer at gera okkum, sum búleikast her suðuri, til ein natúrligan part av Føroyum og sum verður til stóra gleði og nyttu fyri allar føroyingar. 

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?

 

- Eg tori ikki heilt at trúgva uppá tað, fyrrenn tunnilin er samtyktur. Um hann ikki verdur samtyktur, so vænti eg, at fólkatalið í Suðuroyggini fer at minka enn meira.

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?

 

- So eru útlitini ikki góð, tiverri, sigur borgarstjórin.

 

Janus Thomsen sigur seg stúra fyri, at unga fólkið fer at rýma, og at Suðuroyggin við ongum tunli verður ein størri útjaðari enn í dag.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga fleiri fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.

 

Lesið eisini - 

 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning

 

 

 

- Eg vænti, at uppskotið, sum er í fíggjarnevndini, verður samtykt við stórum meiriluta á Føroya løgtingi