Føroyski landsliðsleikarin Andrias Edmundson fer til Italia at spæla fótbólt. Hann verður soleiðis fyrsti føroyingur í fremstu og sera sterku italsku fótbóltskappingini.
– Nýggj transferaftala fyri Verona: Ein samlað avtala til eitt virði á €3,5 milliónir (umleið 26 milliónir krónur) við bonusi, er gjørt fyri verjuspælaran frá Wisla Plock og føroyska landsliðsspælaran, sæst á sosiala miðlinum X.
Tey vænta at síggja Andrias Edmundsson í býnum í dag.











