Zelensky boðar fráfundi við USA og Russland mikudagin og hósdagin

Umboð fyri USA, Russland og Ukraina hittast í Abu Dhabi mikudagin og hósdagin, sigur Volodymyr Zelensky.

Eitt nýtt samráðingarumfar millum umboð fyri Russland, Ukraina og USA um kríggið í Ukraina verður mikudagin og hósdagin.

Hetta skrivar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, á sosiala miðlinum X.

Hvørki USA ella Russland hava váttað fundin, sum sambært Zelensky verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Upprunaliga skuldu samráðingarnar vera sunnudagin.

Volodymyr Zelensky greiddi ikki frá, hví samráðingarnar eru útsettar.

Teir tríggir partarnir hittust fríggjadagin og leygardagin í síðstu viku - eisini í Abu Dhabi.

Spurningurin um øki var miðdepil í seinastu samráðingunum.

Her endurtók Russland sítt krav um alt Donbas-økið. Í ukrainska partinum av Donbas eru økini Luhansk og Donetsk.

 

/Ritzau/