Kroatia er EM-bronsuvinnari 2026.
Í bronsudystinum í Boxen í Herning vann Kroatia 34-33 á Íslandi. Íslendingar vóru aftanfyri 26-31, tá fáir minuttir vóru eftir, men teir komu ov seint í gongd við endaspurtinum.
Gongdin í dystinum var hendan: 1:1, 3:5, 6:9, 7:12, 11:14, 14:17, 15:18, 18:22, 20:25, 23:28, 26:31, 33:34. (Kelda: Morgunblaðið).
Tin Lučin var toppskjútti hjá Kroatia við níggju málum. Ómar Ingi Magnússon var við 12 málum stórskjútti hjá Íslandi. Hann setti 10 brotskøst trygt í netið.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá EM-bronsudystinum:
##med2##











