Mynd: Guardia Civil

Kvinna tikin av aldu á Tenerifa

Eitt ógvusligt illveður hevur herjað í Spania og Portugal, og nú er eitt nýtt illveður á veg, verður sagt

Mynd: Guardia Civil

Talan er um illveðrið, sum hevur fingið navnið Kristin, ið hevur havt bæði vind og regn við sær.

 

Portugal hevur verið hart rakt, og í minsta lagi fimm fólk eru staðfest deyð, veit kringvarpið RTP í Portugal at siga.

 

Stúrt verður fyri, at talið av deyðum kann fara at veksa. Í pørtum av Portugal hevur verið lýst undantaksstøða.

 

Illveðrið hevur eisini rakt Tenerifa, har stóru adurnar eru farnar avstað við einari kvinnu, og aldur og streymur gera leitingararbeiðið trupult. 

 

Sjálvt um veðrið nú batnar, er eitt nýtt illveður á veg inn yvir Portugal.

 

##med2##

 

Kringvarpið RTP í Portugal veit at siga, at ávaringar eisini eru um veðrið í útnyrðingspartinum av Spania, og her er væntandi, at aldurnar kunnu gerast upp í níggju metrar høgar.

 

Lesið meira um hetta á - https://www.tv2.no/nyheter/kvinne-tatt-av-bolge-pa-tenerife/18515777/

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Guardia Civil

Guardia Civil leitar eftir kvinnu á Tenerifa, sum aldurnar hava tikið