Pápin skal eisini hava rætt til farloyvi áðrenn barnið er føtt

– Ætlanin er at gera hetta soleiðis, at tað verður møguligt hjá báðum foreldrum at fara í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð, um foreldrini ynskja tað

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og málum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, um javnbjóðis møguleikar fyri familjur úr Suðuroynni í sambandi við barnsburð.

Súsanna Bertholdsen spurdi soleiðis:

1. Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða fyri, at makar úr Suðuroynni kunnu fáa endurgjald fyri mista inntøku úr barsilskipanini, tá teir, vegna frástøðuna til meginøkið, hava inntøkumiss í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá makanum?

2. Nær verða nýggju broytingarnar í barsilsskipanini settar í gildi?

 

Til fyrra spurningin svarar landsstýriskvinnan, at tað er ein sannroynd, at hjá summum familjum er neyðugt, at makin tekur frí frá arbeiðinum, áðrenn barnið er føtt. Tað verið seg hjá familjum, har tað ikki er landfast til meginøkið, og mamman tí noyðist at fara til meginøkið áðrenn mettan barnsburð fyri at vera nær við Landssjúkrahúsið; og hjá t. d. sjófólki, ið vilja vera heima í sambandi við barnsburð.

– Sum nú er, hevur mamman rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening frá tí degi, hildið verður, at fýra vikur eru eftir til barnsburð. Barsilsfarloyvi við barsilspeningi áðrenn barnsburð kann tó vera upp til 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, um læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella mammuna stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum. 

– Makin hevur ikki rætt til barsilsfarloyvi ella barsilspening, áðrenn barnið er føtt.

– Arbeitt verður við at gera barsilsskipanina smidligari. Í hesum sambandi er ein av táttunum, ið arbeitt verður við, at gera tað møguligt hjá báðum foreldrum at vera samstundis í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð, sigur hon.

Víðari vísir hon á at ætlanin er at gera hetta soleiðis, at tað verður møguligt hjá báðum foreldrum at fara í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð, um foreldrini ynskja tað.

– Ger makin brúk av møguleikanum, verða vikurnar brúktar av “felags vikunum”, sum foreldrini kunnu deila sínámillum. Foreldrini fara sostatt at fáa møguleika at leggja sær barsilsfarloyvið til rættis, soleiðis sum tað passar til teirra umstøður. Hetta fer eisini at gagna makum úr Suðuroynni, sum kunnu fáa endurgjald fyri mista inntøku úr barsilskipanini, tá teir vegna frástøðuna til meginøkið hava inntøkumiss í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá makanum. Er rúm fyri tí innan fyri verandi fíggingarleist, verður eisini arbeitt við øðrum batum í barsilsskipanini, sigur Margit Stórá.

Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at leggja lógaruppskotið um smidligari barsilsskipan fyri Løgtingið seinni í hesi tingsetuni, og at broytingarnar skulu koma í gildi 1. januar 2027.