EM 16: Londini styrkismett

UEFA hevur í dag kunngjørt hvussu londini til EM endaspælið verða styrkismett undan lutakastinum

Í gjár bleiv endaliga greitt hvørji tey 24 londini eru, sum skulu taka lut í EM endaspælinum í Fraklandi komandi summar. Tvey tey seinastu at vinna sær EM atgongumerki vóru Svøríki og Ukraina.

 

Lutakastið til bólkaspælið í EM endaspælinum verður 12. desember í París. Eitt lið í hvørjum styrkisbólki kemur í hvønn bólk, sum hevur fýra lið.

 

Styrkisbólkur 1:
Týskland (UEFA-styrkistig 40,236), Spania (Verandi vinnarar/37,962), Ongland (35,963), Portugal (35,138), Belgia (34,442), Frakland (Vertir/33,599)

 

Styrkisbólkur 2:
Italia (34,345), Russland (31,345), Sveis (31,254), Eysturríki (30,932), Kroatia (30,642), Ukraina (30,313)

 

Styrkisbólkur 3:
Tjekkia (29,403), Svøríki (29,028), Póland (28,306), Rumenia (28,038), Slovakia (27,171), Ungarn (27,142)

 

Styrkisbólkur 4:

Turkaland (27,033), Írland (26,902), Ísland (25,388), Wales (24,521), Albania (23,216), Norðurírland (22,610)