EM: Andreas Palicka krevur bót til bata til komandi endaspøl

Svenski landsliðsmálverjin vil sleppa undan støðunum Svøríki var fyri móti Fraklandi og Danmark

Svenska manslandsliðið hevur av órøttum verið fyri tveimum støðum í seinastu sekundunum í tveimum týðandi dystum í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Tað staðfestir dugnaligi svenski málverjin, Andreas Palicka sum í samrøðu við DR vísir á, at Svøríki var fyri órætti móti Fraklandi í hálvfinaluni ígjár, tá Elohim Prandi hjá Fraklandi óregluliga javnaði til 27-27 við einum fríkasti. Hin nógv umrødda støðan er málið Svøríki fekk kolldømt móti Danmark heilt móti dystarenda í millumumfarinum. Eitt mál, ið hevði givið Svøríki eitt stig, men tað endaði við einum 27-28 tapi.

 

Við DR sigur Andreas Palicka: - Vit mugu arbeiða fyri einari betri framtíð fyri okkara ítrótt. Tá sipi eg til øll lið og allar dómarar. Vit mugu optimera ítróttina, tí hetta er eisini synd fyri dómararnar. Nú hava vit staðið í tveimum slíkum støðum (móti Fraklandi og Danmark), og tað er ikki gott fyri nakran. Eg haldi, at vit skulu arbeiða fyri, at ein felags linja verður løgd. Tí hetta er synd fyri hondbóltsítróttin, at tað eru slíkir lutir, ið stjala fokus frá einari EM-hálvfinalu, sigur Andreas Palicka. 

 

Andreas Palicka og liðfelagarnir á svenska landsliðnum spæla bronsudyst móti Týsklandi í Köln klokkan 14. Klokkan 16.45 byrjar EM-finalan millum Danmark og Frakland.