Fyrsti dysturin við EM í kvinnufótbólti, sum verður hildið í Svøríki, endaði við málleysum javnleiki.
Tað vóru Italia og Finland, ið møttu hvørjum øðrum, og talan var um ein dyst, har eitt ineffektivt álop møtti einari stinnari verju.
Italia hevði bóltin nógv meira, og hevði eisini fleiri royndir, men tær vóru ineffektivar. Tær høvdu tilsamans 10 skotroyndir móti málinum, harav fýra raktu málið.
Finland var sjáldan í nánd av italska brotssparksteiginum, og eingin av teirra trimum royndunum rakti málið.
Næsti dysturin verður klokkan 19.30, og hann er millum Svøríki og Danmark.
Eurosport vísir hendan dystin.