EM-flogbóltur: Kvinnulandsliðið í eldin

Føroyska kvinnulandsliðið skal í døgunum 9. til 13. mai verða við í EM-kapping í Luksemborg

Føroyska kvinnulandsliðið skal í døgunum 9. til 13. mai verða við í EM-kapping í Luksemborg, har 6 lond skulu luttaka. Føroyar eru í bólki við Írlandi og Skotlandi, meðan londini í hinum bólkinum eru Luksemborg, Grønland og Norður Írland.

Fyrsti dysturin verður ímóti Írlandi fríggjadagin 10. mai, og seinni dysturin er móti Skotlandi leygardagin 11. mai. Alt eftir hvussu tað gongur í hesum dystunum er avgerandi fyri, hvussu spælt verður víðari í kappingini, sum endar við finalu sunnudagin 12. mai og øðrum plaseringsdystum.

Um vikuskiftið er venjingarlega í Kollafirði eins og liðið hevur vant nógv seinastu vikuskiftini. Venjari er danin Lars Engell, meðan Kristian Mikkelsen er hjálaparvenjari. Andreas Zachau er eisini knýttur at venjarahópinum, og tekur sær at statistikki og øðrum. Liðið fer úr Føroyum mikudagin 8. mai, og verður aftur mánadagin 13. mai.