Fyrr í dag var kunngjørt hvørjir 18 leikarar skulu umboða Ísland í EM-endaspælinum í manshondbólti, ið verður leikt í Svøríki, Noregi og Danmark.
Ísland er í bólki F, har mótstøðuliðini eru Ungarn, ið mangan hava verið íslendingum meinir, Pólland og Italia.
Ísland kemur at spæla innleiðandi dystirnar í Kristianstad í Skåne í Svøríki.
Ísland spælir fyrsta dystin 16. januar klokkan 17. Tá verður Italia mótstøðuliðið.
HER er íslendski EM-hópurin:
##med2##
##med3##













