Venjingardystirnir hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti móti Italia við Tjarnir vera spældir 9. januar klokkan 19 og 11. januar klokkan 17.
Italski landsliðsvenjarin, Bob Hanning hevur kunngjørt hópin, ið skal kappast í bólki F í EM-endaspælinum. Bólkur F verður leiktur í Kristianstad í Svøríki. Mótstøðuliðini hjá Italia vera Ísland, Ungarn og Pólland. So italiumenn eru komnir í ein torføran innleiðandi bólk.
Bob Hanning hevur tikið út hesar 20 leikararnar, har tveir seinni vera sáldaðir frá. Millum teir kosnu er høgri vongurin hjá Füchse Berlin, Leo Prantner, ið hevur drigist við ein akslaskaða í longri tíð:
Málverjar:
Domenico Ebner – SC DHfK Leipzig
Giovanni Pavani – Handball Sassari
Pau Panitti – Fraikin Granollers
Vinstru vengur:
Gianluca Dapiran – Cassano Magnago
Jeremi Pirani – Tremblay
Simon Sirot – Füchse Berlin
Vinstru bakkar:
Davide Bulzamini – VfL Potsdam
Mikael Helmersson – HSC 2000 Coburg
Christian Manojlovic – Poli Timisoara
Simone Mengon – TVB Stuttgart
Marco Mengon – VfL Potsdam
Spælskiparar:
Giacomo Savini – Cassano Magnago
Andrea Parisini – Limoges
Tommaso Romei – Bregenz Handball
Høgru bakkar:
Thomas Bortoli – Istres
Juan Pablo Cuello – Pallamano Chiaravalle
Høgru vengur:
Leo Prantner – Füchse Berlin
Nicolò D’Antino – Cangas
Davide Pugliese – BM Nava
Strikuleikari:
Gabriele Sontacchi – VfL Potsdam










