EM hondbóltur: Eykaliðið hjá Danmark vann triðja sigurin á rað

Danska hondbóltslandsliðið hjá monnum vann 31-21 á Norðurmakedonia í síðsta innleiðandi bólkadystinum í EM endaspælinum í kvøld. Danmark hevur nú fult stigatal.

 

Niclas Kirkeløkke skoraði fimm av teimum fyrstu seks málunum hjá Danmark móti Nordmakedonia. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark kom illa frá byrjan, men vístu skjótt klassamunin, sum var á liðunum.

Tað var eitt lið við eykaspælarum hjá Danmark, sum fór á vøllin í kvøld í dystinum ímóti Norðurmakedona, sum tó onga ávirkan hevði á endaúrslitið í bólkinum.

Við Niklas Landin á áskoðaraplássinum vísti Kevin Møller, at hann er klárar at taka við, um brúk verður fyri honum, og Niclas Kirkeløkke var við níggju málum ein ov tungur burður fyri makedonsku verjuna.

Nú kunnu danir hvíla seg í tveir dagar at fyrireika seg til millumspælið, har fýra dystir bíða.

Danmark var longu áðrenn dystin í kvøld komið víðari við tveimum stigum, og tí var tað ein ókeypis dystur í kvøld.

Tí kundu danir spæla frítt, men tað sama kundu Norðurmakedonia, sum líka mikið, hvussu úrslitið gjørdist, høvdu endað á fjórða plássi í bólkinum.

Við góðum stuðli frá væluppløgdum áskoðarum og frá legendariska hondbóltsspælaranum Kiril Lazarov sum brølandi venjara á síðulinjuni, spældi makedonar við stórum dirvi fyrst í dystinum.

 

##med2##

Lazarov varð skaddur stutt fyri endaspælið og kundi tí ikki sjálvur vera við ímóti Danmark.

Men sjálvt uttan hann komu makedonar á odda 4-0 móti nýggju donsku konstallatiónini, sum skuldu brúka eina løtu til at finna hvønn annan í verjuni.

Heldur ikki í álopinum eydnaðist tað væl. Lasse Andersson og Kirkeløkke høvdu fingið møguleikan og megnaðu einki ímóti Nikola Mitrevski fyrst í dystinum.

Men so loysnaði.

 

##med3##

Danir fingu hol á verjuna hjá makedonia við skjótum spæli, og Kirkeløkke var nú ikki til at steðga.

Hann skoraði fimm av teimum fyrstu seks málunum hjá Danmark, sum fyrstu ferð kom á odda 6-5, tá eitt korter varð spælt av dystinum.

Og nú punkteraði hugurin hjá makedonsku viðhaldsfólkunum í Fönix Arena, og nú hoyrdust donsku viðhaldsfólkini syngja »om at sejle op ad åen«.

Í málinum gekk nú væl hjá Møller. Hann endaði við einum bjargingarprosenti upp á yvir 30 í fyrra hálvleiki, og Simon Hald fekk fatur á fleiri bóltum, sum hann í kontraálopi fekk í málið, og nú gjørdist munurin alsamt størri.

 

##med4##

Hálvleiksstøðan var 15-11, eftir at Hans Lindeberg fekk sítt fyrsta mál í endaspælinum.

Rene Antonsen, sum fekk sín fyrsta dyst, byrjaði seinna hálvleik við fyrsta máli sínum, og Aron Mensing, sum eisini var við fyri fyrstu ferð, gjørdi honum bragdið eftir við máli til 17-12.

Munurin gjørdist nú so stórur, at eingin spenningur var í dystinum.

 

##med5##

Makedonsku viðhaldsfólkini gjørdust aftur í betri lag við sangi og lógvabrestum, men tað hjálpti ikki so nógv, tí lið teirra slapp ikki ígjøgnum donsku verjuna.

Sjálvt Jannick Green kom á vøllin, sjálvt um hann bert hevur vant við liðfeløgunum í ein dag eftir koronusmittu, og við honum í málinum var sigurin fingin trygt í hús.

 

##med6##

Harvið hava allir spælararnir í danska hópinum fingið spælitíð við EM.

Montenegro verður hitt liðið, sum fer víðari saman við Danmark úr bólkinum til millumspælið.

/ritzau/

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Niclas Kirkeløkke skoraði fimm av teimum fyrstu seks málunum hjá Danmark móti Nordmakedonia. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Johan á Plógv Hansen, Mathias Gidsel og Magnus Saugstrup á áskoðaraplássinum (Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)