Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari hjá Miðlahúsinum, heldur at tað kostaði Íslandi dýrt, at málverjarnir ikki vóru betri enn tað sama.
- Teir vóru milt sagt katastrofalir, fyri at siga sum er. Ungarn hevur ótrúliga lætt við at skora. Teir einastu bóltarnir, sum ikki fóru inn, vóru teir, sum ungverjar sjálvur skutu framvið málinum. Ein javnleikur hjá Íslandi er ógvuliga harmiligur, tí tað kann hava við sær, at tað verður sera trupult hjá Íslandi seinni í kappingini, sigur Eyðun Samuelsen.
Heldur ikki Danmark kann reypa av málmansavrikunum í gjár. Ulrik Wilbek valdi at geva Jannick Green møguleikan í málinum, men hesin tók ikki av, metir Eyðun Samuelsen.
- Hann er eitt sindur óheppin í gjár. Danskir viðmerkjarar vístu á, at hann kanska virkaði yvirspentur og tað er nokk rætt. Hann tók nøkur skot móti endanum, men hann spældi ikki upp til sítt besta. Landin er heimsins besti málverji í løtuni. Eingin ivi er um, at hann eigur málið, sigur Eyðun Samuelsen millum annað.
Hoyr hvat Eyðun Samuelsen hevur at siga um dystirnar í gjár, við at trýsta á pílin undir myndini.
Úrslitini í gjár vóru annars hesi:
Eysturríki – Danmark 29-33
Makedonia – Kekkia 24-24
Noreg – Spania 25-27
Ungarn – Ísland 27-27
Fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir úrslitini og støðuna í bólkinum HER