Nú okkara hetjur hava riggað av aftaná eitt megnar avrik í Oslo, so kunnu vit staðfesta, at føroyingar eru at finna fremst í teimum ymisku yvirlitunum aftaná innleiðandi bólkaspælið.
Bert 20 ára gamli Óli Mittún hevur flest málgevandi sendingar (assist) í innleiðandi bólkaspælinum. Tær eru 24 í tali.
ÓIi hevur eisini flest málstig í innleiðandi bólkaspælinum. Talan er um 47 málstig. Óli hevur 23 mál og 24 assist. Á hesum yvirlitunum er Elias Ellefsen á Skipagøtu nummar fimm. Elias hevur 40 málstig.
Óli hevur skotið øll síni 23 mál í opnum spæli, og á tí yvirlitinum er hann næstfremst. Bert danski stórleikarin, Mathias Gidsel við 25 málum í opnum spæli liggur hægri enn Óli á tí yvirlitinum.
HER eru tey trý yvirlitini, har Óli er millum teir fremstu í Evropa:
##med2##
##med3##
##med4##














