Seinastu dystirnir í innleiðandi bólki B í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum í Sveis vóru leiktir í kvøld.
Á Wankdorf leikvøllinum í Bern vunnu verandi sponsku heimsmeistararnir greiðan 3-1 sigur á Italia. Spania hevði 74 prosent av spælinum, og tær høvdu fýra ferðir so nógvar royndir innanfyri málrammurnar.
Portugal hevði á Tourbillon leikvøllinum í Sion brúk fyri at vinna á Belgia við nøkrum málum, og samstundis vóna, at Italia tapti við nøkrum málum. Men tær portugisisku greiddu ikki sín setning, men taptu 1-2 fyri Belgia, og endaðu harvið aftast í bólkinum.
Italia-Spania 1-3 (1-1)
1-0 Elisabetta Oliviero ('10)
1-1 Athenea del Castillo ('14)
1-2 Patricia Guijarro ('49)
1-3 Esther Gonzalez (´90+)
Portugal-Belgia 1-2 (0-1)
0-1 Tessa Wullaert ('3)
1-1 Telma Encarnacao ('87)
1-2 Janice Cayman ('90+)
Spania vann bólkin við fullum stigatali, níggju stigum og málmuninum 14-3. Italia knógvaði annað plássið við fýra stigum. Belgia hevur trý stig, og Portugal endaði aftast við einum stigi.
Komandi mikukvøld klokkan 20 spæla Noreg og Italia fjórðingsfinalu í Genéve. Komandi fríggjakvøld klokkan 20 spæla Spania og Sveis fjórðingsfinalu í Bern
Í annaðkvøld klokkan 20 vera seinastu dystirnir leiktir í bólki C. Týskland og Svøríki, ið hava seks stig hvør, og sum hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar spæla bólkafinalu. Danmark og Pólland, ið einki stig hava, og eru útsligin, spæla um tiltiknu æruna.