EM-undankappingarnar hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum hjá monnum eru lidnar á hesum sinni.
U17-landsliðið tapti í triðja og seinasta dystinum í bólki 1 í deild B stórt fyri Ísrael, ið vann dystin 4-0. Í steðginum var Ísrael á odda 2-0.
Ísrael vann undankappingarbólkin við fullum stigatali, níggju stigum. Vertstjóðin, Ongland hevur seks stig á øðrum plássinum, og Føroyar hava - takkað verið 2-1 sigri á Estlandi - trý stig á triðja plássinum. Estland endaði aftast við ongum stigi.
U19-landsliðið tapti í sínum triðja dysti í bólki 5 í deild B greitt 0-3 fyri vertstjóðini, Niðurlondum sum var á odda 1-0 í steðginum.
Niðurlond vunnu bólkin við fullum stigatali, níggju stigum. Moldova hevur fýra stig á øðrum plássinum, og Norðurmakedonia hevur tvey stig á triðja plássinum. Føroyar endaðu á aftasta plássinum við einum stigi, ið okkara knógvaðu í einum 0-0 javnleiki móti Norðurmakedonia.
##med2##












