EMA: Robbie Williams

Eins og á NMA seinasta vikuskiftið var Robbie Williams ein tann størsta stjørnan á EMA. Williams kom og framførdi nýggju stakfløguna Trippin. Hetta gjørdist ein av teimum stuttligari framførslunum, serliga tí Robbie valdi at hoppa út millum áskoðararnar.

Á veg inn til EMA hevði hann úr at gera við at siga fjølmiðlunum frá um skógvarnar, ið hann var í. Talan var um eitt slag av inniskón, og hetta var, sambært Williams orsakað av hansara høga aldri.
Hann segði somuleiðis, at hann slettis ikki visti av,  at hann var í uppskoti til nakra virðisløn, hóast hann var bæði í uppskoti til bæði besta popp og besta mann, hesa seinnu virðislønina vann hann. Hann fekk virðislønina frá skakandi russisku sangdiddunum í T.A.T.U., tann eina av T.A.T:U. gentunum helt seg til T.A.T.U. stílin og var í minsta niðurdeili á kvøldinum, líktist satt at siga mest einum eygnalappa.