Emma og Harry eru bæði av Toftum. Emma er dóttir Nannu og Wensel Olsen, Wensel í Køkinum, og Harry er yngstur av børnunum hjá Hansinu, sum var ættað úr Elduvík, og Anton Hansen, sum var úr Túni á Toftum.
Harry fór sum flestu dreingir rættuliga ungur til skips. Hann sigldi í eini 20 ár sigldi við línubáti og róði út í Grønlandi. Eftir at hava fingið sær útbúgving sum rørleggjari arbeiddi hann sum maskinmaður á flakavirkinum Nyki á Toftum. Men lívsstarvið fór hann undir í 1980, tá hann gjørdist skúlatænari í Tofta skúla, sum júst tá varð útbygdur.
Umframt at taka sær av skúlanum, hava hann og Emma í mong ár passað svimjihylin í Tofta skúla, og tað gera tey enn. Ídni, nærlagni og trúfesti hevur eyðkent tey bæði, og tað er tiltikið, hvussu væl skúlin og svimjihylurin á Toftum hava verið røkt og umsitin av teimum.
Tað er ivaleyst í sambandi við renning, at fólk kring landið komast við Harry. Hann hevur altíð verið áhugaður í ítrótti, og tað hevur ligið væl fyri í eitt nú bóltspæli og fimleiki. Seinnu árini hevur hann luttikið í nógvum rennikappingum. Hann rennur eisini vanliga teir tíggju kilometrarnar runt Toftavatn ella út á Nesvatn og Eystnes. Tá ið Norðoyatunnilin varð latin upp, rann hann av Nesi og umvegis fleiri kirkjur og norður til Klaksvíkar.
Áhugin fyri seyði og seyðahaldi hevur altíð verið góður hjá Harry og hann hevur framvegis seyð.
Hugurin at arbeiða er tann sami, og hóast árini nú eru 70, so eru orkan og evnini framvegis góð.
Emma og Harry bygdu uppi á Regni, og tey fingu fýra børn: Absalon (1959), Wenzel (1963-2006), Hansy (1969-1970) og Hans (1973).
Emma og Harry hava hildið trúliga saman í mong ár. Har annað er at síggja, sæst hitt eisini. Tey eru eisini trúgv í kirkjuni og í missiónshúsinum.
Gullbrúdleypið verður hildið á Svangaskarði leygardagin 4. apríl.
-red