Tað er mangan hugaligt at síggja, hvussu fólk víða um landið fylgja við í arbeiðinum hjá tingmonnum. Enn meiri hugaligt er, at menn á sjónum, eitt nú á kraftblokkaveiðu í donskum sjógvi, hava kunnleika ikki bert til tingarbeiðið, men sanniliga eisini til innanhýsis nevndarskjøl.
Jákup Joensen hevur áhuga fyri tí stríði, sum stóðst í uttanlandsnevndini, tá løgmaður bað um viðmæli til at loyva okkara sameindu at flúgva um føroyskt loftrúm. Heldur enn at ilskast um, at løgmaður ikki bíðaði við at svara dønum, so er hesin kappin úr kvæðabygdini illur um, at næstformaðurin í uttanlandsnevndini ikki leip á leistum fyri formanninum.
Jákup vil nú ikki bert rekja nótafløkjur, men eisini nevndarfløkjur. Hann spyr, um Heðin Mortensen ikki visti, hvat málið snúði seg um,
tá hann loyvir sær at siga, at formaðurin ætlaði at misnýta tað.
Til tess er at svara, at Heðin Mortensen visti, at Hergeir Nielsen ætlaði at misnýta málið til eina markering av síni avgjørdu støðu í ríkinum, hann vildi hava aðalorðaskifti um ríkisstøðuna og alt sum haruppií hongur. Hinvegin visti Heðin Mortensen ikki nógmikið um málið sjálvt, til at Heðin Mortensen var nøgdur. Og um so Heðin fær alt bókasavnið í Sumbiar skúla sendandi, so veit Heðin ikki nóg mikið um flogmálið, fyrr enn Heðin sjálvur er tilfreds við teir relevantu upplýsingarnar.
So einfalt er tað. Takk fyri áhugan og framhaldandi góða kraftblokkaveiðu. Og sig nú endiliga frá, um tú veitst nakað um uttanlandsnevndina, sum eg ikki veit.