Endaði mitt í kvettroynd í Turkalandi

Tað var ikki serliga hugnaligt hjá føroyska skiparanum á nýbygninginum - Svend C - at enda mitt í kvettroyndini í Turkalandi miðskeiðis í juli mánaði í fjør.

Tað var rættiliga órógvandi hjá føroyska skiparanum á nýbygninginum - Svend C - at enda mitt í kvettroyndini í Turkalandi miðskeiðis í juli mánaði í fjør, har fólk lótu lív. Nýbygningurin er bygdur í Turkalandi, og tað var mitt, meðan teir vóru úti á royndartúri, at kvettroyndin varð framd.

 

Turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildirim, segði, at Turkaland vil varðveita fólkaræðið og ætlar ikki at lata kvettroyndina eydnast. Turkiski forsetin, Erdogan, segði, at talan er um ein lítlan hernaðarbólk, sum stendur aftan fyri kvettroyndina og roynir at eggja fólkinum til uppreistur.

 

Mitt í øllum hesum rokanum - og í allari óvissuni, sum var hesa náttina - var føroyski skiparin á Svend C, 55 ára gamli, Jørgen Jørgensen, á royndartúri við nýbygninginum. Umborð vóru eisini nakrir turkar, og her kom røringur í, tí teir vistu ikki, hvussu vorðið var í heimlandinum.

 

Jørgen Jørgensen sigur, at hesin royndartúrur gjørdist rættiliga serstakur, og eingin visti við vissu, hvat fór at henda í landi. Tá teir vóru lidnir við tað, teir skuldu gera úti á havinum og skuldu inn aftur í turkiska havn, sluppu teir ikki til bryggju, tí havnirnar vóru stongdar.

 

Teir máttu bíða í umleið eitt samdøgur, áðrenn teir sluppu til bryggju aftur. Føroyski skiparin sigur, at teir vistu ikki, um teir vóru keyptir ella seldir, sum hann tekur til. Skipið er bygt beint við Istambul, og her var eitt øgiligt levind, tá teir komu aftur til lands.

 

- Stjórnin hevði heitt á fólk um at fara út á gøtuna at mótmæla uppreistrinum, og her vóru stórir hátalarar ymsastaðni, har fólk hildu talur, og eingin friður var á fólki, men heldur róp og gangur víða um. Hetta var ikki serliga behagiligt, ásannar Jørgen Jørgensen, skipari á Svend C.