At síggja til hevur hesin bilførarin verið óheppin og er endaður omanav vegnum millum neystini í Vestmanna.
Hendingin er farin fram nakað heimanfyri Heimið á Grønanesi, og bilurin liggur øvutur millum vegjaðaran og neystini.
Vónandi stóðst eingin fólkaskaði av hendingini.
Tað er neyvan gamansleikur soleiðis at enda á takinum - ella næstan uppeftir enda skeivumegin vegbreytina.
Ikki minst í ferðsluni er umráðandi at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. Tá kann nógv fyribyrgjast, sum annars kundi fingið avleiðingar.
##med2##
##med3##