Endaliga Samtykt: Nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum

Løgtingið hevur beint nú endaliga samtykt, at tað skal vera loyvi at bryggja brennivín Í Føroyum og eisini og øl, sum er sterkari enn 5,8%. Málið varð samtykt hósdagin, men skuldi hava eina viðgerð afturat, áðrenn tað var endaliga avgreitt.

Og tað varð tað beint nú, tá ið ein trivaligur meiriluti upp á 19 tinglimir samtyktu málið og 11 vóru ímóti.

Tey, sum eru ímóti, royndu til tað síðsta, tí Alfred Olsen skeyt upp at fáa málið aftur í nevnd, tí tað var so prinsipielt.

Men tað fall, tí bara 12 atkvøður vóru fyri.

Hetta merkir, at nú er loyvt at bryggja brennivín i Føroyum og frá 1. apríl næsta ár, er eisini loyvi at selja øl, sum er sterkari enn 5,8%, sum higartil hevur verið hámarkið.

Men tað skal alt seljast í Rúsuni og bryggjaríðini sleppa ikki at selja brennivín og tað sterka ølið sjálvi.