Kappingarnar hjá piltum, smádreingjum og dreingjum eru ikki lidnar enn. Seinasta umfar hjá piltum verður um vikuskiftið, og smádreingir og dreingir hava tvey vikuskiftið eftir at spæla í.
Í øllum trimum deildum hevur verið kappast av lívsins kreftum seinastu vikurnar, og týðandi og avgerandi dystir hava verið á skránni.
Í piltadeildini er tað longu undan seinasta umfarinum greitt, at HBa verður føroyameistari. Hjá smádreingjum liggur KÍ best fyri, og hjá dreingjum er VB/TB á odda undan seinastu umførunum.
Piltar
Piltadeildin í ár er skipað øðrvísi enn undanfarin ár. Kappingarnevndin hjá FSF gjørdi í vetur av, at piltar frameftir bert skulu spæla á hálvum vølli. Undanfarin ár hevur verið spælt bæði á hálvum og heilum vølli, men tað var mett ov tíðliga fyri 10 til 12 ára gamlar dreingir at fara á heilan vøll at spæla.
Á hálvum vølli eru færri spælarar á hvørjum liði, vøllurin er styttri, dreingirnir eru meira við allatíðina og styttri er millum málini.
Í piltaaldri eru sera nógvir virknir spælarar, og tí krevur tað eisini nógv av bæði feløgunum og FSF at býta liðini so at siga í helvt, men tað hevur spælt heilt væl av í ár.
Kappingin gongur nú móti endanum, og seinasta umfarið verður um vikuskiftið. Undan hesum umfarinum er tað tó greitt, at HBa hevur vunnið piltadeildina. HB-liðið hevur fingið so nógv stig, at eingin kann taka teir aftur í seinasta umfarinum. Kappingin um silvurið stendur millum HBb og TB, og tann kappingin verður ikki avgjørd fyrr enn á seinasta leikdegnum.
Smádreingir
Hjá smádreingjum verður spælt í einum meistarabólki, har tey bestu liðini dystast um FM. Seks lið eru við í hesum bólki, og tey eru KÍ, HB, TB, B36, EB/Streymur og SÍF. Tvey umfør eru eftir at spæla, og undan hesum dystum liggur KÍ á odda við 23 stigum, HB hevur 21 stig og TB 17 stig.
Seinastu tvey vikuskiftini hava toppdystir verið hjá smádreingjum. Næstseinasta vikuskiftið spældu HB og KÍ í Havn, og hendan dystin vann KÍ 2-0.
Leygardagin spældu KÍ og TB toppdyst í Klaksvík, og aftur hesaferð vann KÍ. Einasta málið í dystinum gjørdi KÍ-liðformaðurin Sørmund Kalsø.
Nú leygardagin spæla TB og HB á Tvøroyri, men støðan er nú blivin soleiðis, at KÍ kann avgera FM í sínum dystum ímóti B36 og EB/Streymi næstu tvey vikuskiftini.
Dreingir
Hjá dreingjum var veruligt oddabrak í Runavík leygadagin. Har dystaðust tey bæði fremstu liðini í deildini, NSÍ og TB/VB, og vinnarin av dystinum kundi leggja seg á odda undan seinastu tveimum umførunum. NSÍ hevði munin undan dystinum, men tað endaði við, at TB/VB vann heili 4-1.
NSÍ legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var sum vent í holuni, og VB/TB skoraði fýra mál. Hanus Mortensen javnaði eftir trunkaspæl frammanfyri NSÍ-málið, og Chris Craib legði VB/TB fram um nakrar minuttir seinni. Adrian Cieslewicz skoraði síðani við brotssparki, sum hann sjálvur hevði fingið, og Adrian setti eisini punktum við málinum til 4-1.
NSÍ-spælararnir fullu í fátt í seinna hálvleiki, og teir endaðu dystin við 9 spælarum, eftir at tveir høvdu fingið reytt kort.
Nú eru tveir dystir eftir at spæla. VB/TB liggur fremst, og teir verða nú mettir sum stórir favorittar at vinna føroyameistaraheitið.