Dráttur-Fleyr a 2-3
(15-13, 15-7, 4-15, 7-15, 10-15)
Tað var nógvur flogbóltur í Vágum um vikuskiftið. 76 lið tóku lut í kappingini fyri yngri deildir, men sum um ikki tað var nóg mikið, so hevði Flogbóltssambandið eisini lagt ein dyst í meistaradeildini hjá kvinnum sunnudagin.
Landskappingin er so tronglig, at neyðugt var at leika dystin sunnudagin og so var gjørt.
Tað vavr Fleyr a, sum var komin vestur á vitjan, og skuldi metast eftir úrslitunum, sum Fleyr a hevur fingið í høllini á Giljanesi í seinastuni, so var enn ein sigur í væntu fyri Drátt. Tær hava staðið seg sera væl á heimavølli, og tað er vist bara Mjølnir, sum hevur fingið stig við sær av Giljanesi í eitt longri skeið.
Men alt fær ein enda, og soleiðis var eisini við sigursrøðini hjá Drátti, tí hesaferð eydnaðist Fleyr a at vinna á vágakvinnum.
Kortini var talan um ein bæði spennandi og vælleiktan dyst. Sum tað sæst omanfyri, so máttu øll fimm settini til fyri at finna ein vinnara, hóast tað í byrjanini sá út til at fara at vera lætt hjá Drátti at hála sigurin heim.
Dráttur góða byrjan
Tað var Dráttur sum legði betri út. Tær vóru omaná í øllum pørtum av spælinum og áðrenn Fleyr visti av, vóru tær aftanfyri 7-1.
Vágakvinnur vístu, at tað ikki er av tilvild, at tær liggja í betra endanum av meistaradeildini og eftir tí vit frætta úr Vágum, vóru tær nógv tað betra liðið hesa løtuna. Servurnar vóru góðar, blokadan var effektiv og so tað, sum var upp aftur meira týdningarmikið, tær vóru framúr góðar í verjupartinum. Tað kundi gera tað sama hvat havnargenturnar funnu upp á hesa løtuna. Slógu tær, fingu tær bóltin upp aftur, og lobbaðu tær, so var onkur
"vágagella" klár og fekk eina hond undir.
Fleyr kom tó aftur í aftur og fekk spakuliga togað seg upp ímóti Drátti. Tær royndu av øllum alvi at leggja trýst á tær soleiðis, at vágakvinnurnar fóru at gera mistøkini. Hetta eydnaðist, men ikki til fulnar, og tí slapp Dráttur so mikið frá Fleyr, at tær knógvaðu settið heim. Settúrslitið gjørdist 15-13 til Drátt.
Hildu kósina
Skilið var tað sama í øðrum settið. Dráttur helt kósina - har var jú eingin orsøk at broyta hana - og tað sá út til at ganga sum fótur í hosu. Fleyr var um møguligt, enn verri fyri enn í fyrsta settið og Dráttur dugdi sera væl at gera sær dælt av hesum.
Munurin millum fyrsta og annað sett var bara tann, at Dráttur fekk skjótari glið á, og at tær kláraðu betri at halda Fleyr frá fatinum enn tær gjørdu í fyrsta settið. Fleyr slapp heilt einfalt ikki at koma aftur í aftur og tískil sá út til at dysturin fór at gerast skjótt avgreiddur.
Annað sett endaði við einum greiðum 15-7 sigri til Drátt, sum nú var á odda 2-0.
Broytingarnar hjálptu
Tað var nú ella als ikki. So greið var niðurstøðan hjá venjaranum hjá Fleyr, Niclasi Joensen. Hann hevði ikki so øgiliga nógv í at velja enn at broyta uppstillingina soleiðis, at hann fekk meira burtur úr leikarunum hann hevði við sær.
Hetta merkti, at Andrea Kristoffersen var sett út á beinkin og Mariann Øster kom inn. Onkrar aðrar broytingar vóru eisini gjørdar og hetta var eftir øllum at døma júst tað, sum skuldi til.
Tí eftir at hava tapt annað sett 15-7 vann Fleyr triðja sett ikki minni enn 15-4, so tað var broyting við lít.
Tað skal nú viðgangast, at hetta ofta er gongdin tá eitt lið hevur vunnið tvey tey fyrstu settini greitt, at ein niðurtúrur kemur, men at hann skuldi gerast so ógvusligur, høvdu sjálvt Drátturkvinnurnar neyvan roknað við.
Sum nevnt, so góvu broytingarnar á Fleyr liðnum júst tann ætlaða virkningin. Drátturkvinnurnar vórðu tiknar av fótum, og tær komu stak illa frá triðja settinum. Súsanna McBirnie sum higartil hevði havt ein knapt so góðan dyst, vaknaði úr dvala og Tað gjørdu hinar Fleyrkvinnurnar, við Rúnu Hentze og Onnu Dalsgaard á odda, eisini. Nú vóru tað tær, sum settu ferðina í dystinum og tað gjørdu tær væl.
Hildu dampin uppi
Gongdin frá triðja settið helt á í fjórða settið. Dráttur fekk ikki fatur á tí tær skuldu og Fleyr dugid væl at gera sær dælt av yvirvágini, sum tær nú høvdu fingið. Ferðin var tann sama, og hóast Dráttur fekk fleiri stig í fjórða setti enn í triðja, so komu tær kortini ikki longri upp enn 7.
Havnarkvinnurnar vórðu nú vaknaðar av álvara, og nú sóu tær fyrsta útisigur á Giljanesi í umleið eitt ár fyri framman. Og tí var
tað kanska ikki so løgið kortini, at tær hildu á.
Skilið var tað sama í seinasta settinum. Dráttur fekk ikki spælið hjá sær, frá teimum báðum fyrstu settunum at virka og tað varð revsað av havnarkvinnum beinanvegin.
Seinasta settið endaði við úrslitinum 15-10 í partin hjá Fleyr a, og sigurin var í hús. Úrslitið var, sum verða man 3-2 og tað er einki yvir at dylja, at Fleyrkvinnurnar vóru meiri enn fegnar um sigurin. Tað var ikki sørt av eini uppreisn fyri Fleyr a heldur.
Fyri stuttum spældu tær móti Mjølnir og taptu. Klaksvíkskvinnur eru so gott sum Føroyameistarar aftur í ár, og nú Fleyr skuldi spæla móti Drátti, sum lá beint í hølunum á teimum í stigatalvuni, ja, so høvdu tær nakað at prógva. Og próvtøkan er staðin.
Fleyr hevur lagt seg trygt á annað pláss í landskappingini. Einasta liðið, sum nú í veruleikanum kann hóttað silvurheiðursmerkini hjá Fleyr er TB. Hesi liðini hava - um alt er rætt - ein sínámillum dyst eftir, og tann dysturin kann fara at avgera hvør verður varameistari í føroyskum kvinnuflogbólti.
Hjá Drátti ræður nú alt um at tryggja sær bronsumerkini. Hetta kann bert gerast á ein hátt, og tað er at vinna teir dystir, sum eftir eru. Spurningurin er so bara um tað fer at eydnast, tí Mjølnir er eftir øllum at døma ta eina liðið tær skulu spæla ímóti.